Fróðskaparrit - 01.01.1993, Side 168
172
LIMIR f FØROYA FRÓÐSKAPARFELAG FARNIR SEINASTU 10 ÁRINI
Karsten Hoydal,
28. mars 1912 - 4. apríl 1990.
Karsten Hoydal varð borin í heim í Hoy-
dølum, har sum faðirin Dánjal Hoydal var
umsjónarmaður á Bróstsjúkrahúsinum.
Ungur fór hann til Danmarkar at nema
sær kunnleika í búnaðarfrøði og tók prógv
sum cand. agro. í 1936 og lic. agro. í 1940.
Hann var eina tíð í starvi á rannsóknarstov-
uni hjá danska fiskimálaráðnum og vann
sær har góðan kunnleika í fiskiídnaðarmál-
um.
Eftir stríðslok kom hann heim til lands at
taka upp starv. Hann stóð í 4 ár fyri niður-
sjóðingarvirkinum hjá Kjølbro í Klaksvík
og tók síðan við fyristøðu fyri teirri ný-
stovnaðu Fiskiídnarstovuni. Tá ið seturs-
húsið var bygt á Debesartrøð í 1967, fekk
Fiskiídnaðarstovan eins og Fiskirannsókn-
arstovan innivist har. Karsten starvaðist í
niðastu hæddini.
Árini 1954-57 var hann í Eucador í
Suður-Amerika í ørindum fyri ST-stovnin
FAO. Har stílaði hann fyri at byggja fiska-
virki sum lið í at hjálpa fiskivinnuni í land-
inum á føtur. Royndir og inntøk úr teimum
árunum hava sett sær sjónsk spor í skald-
skapi hansara. ■
Sum rithøvundur og skald er Karsten
kendari millum manna enn fyri borgarliga
yrki sítt. Myndlist hevði hansara stóra
áhuga. Sum týðari av skaldskapi skaraði
hann framúr. Fleiri søvn við týddum yrk-
ingum liggja eftir hann. í 1989 varð hann
heiðraður fyri skaldskap sín við bókmenta-
virðisløn M.A. Jacobsens.
Av yrkisritum er at nevna: 1948-1950
Fiskivinnublað Føroya, sum hann var blað-
stjóri á, og bøkur um fiskavirking: 1953
Sild og salting, 1962 Viðgerð av fiski, og
1974 Móttøka og goyming av feskum fiski.
Hann hevur skrivað hesar greinir í Fróð-
skaparrit:
1952. Kannan av fiti ísild. 1. bók: 105-113.
1958. Fiti (sild veidd í norðuratlantshavinum og á firð-
um í Føroyum. 7. bók: 7-21.
1968. Eitt dømi um saltfisk, ið var mislittur av koppari
(Cu++). 18. bók: 9-22.
I samfelagslívi læt hann við seg koma á
mangan hátt. í 1960 beyð hann seg fram til
fólkatingsval í mótmæli móti herstøðini,
sum var í gerð í Mjørkadali og á Somfelli.
Fandsstýrismaður var hann fyri Tjóðveldis-
flokkin 1963-66 og løgtingsmaður 1966-
70.
Hans Jacob Jacobsen (Heðin Brú),
17. august 1901 - 18. mai 1987.
Hans Jacob Jacobsen varð føddur í Skála-
vík. Ungur var hann til skips, var á Føroya
Fólkaháskúla ein vetur og fór síðan til Dan-
markar at nema landbúnaðarfrøði, hann
varð búfrøðingur frá landbúnaðarháskúlan-
um í 1928. Heimafturkomin kom hann
sama ár at starvast sum hjálparmaður hjá
búnaðarráðgevanum. Sjálvur kom hann í
hetta starv í 1942 og sat í tí til hann legði frá
sær fyri aldur í 1968.
Undir dulnevninum Heðin Brú er hann
kendur sum eitt hitt mætasta søguskald
okkara, og tann týdningur hann hevur havt
fyri føroyska málmenning sum stílfyridømi
metist ikki til fulnaðar. Skaldsøgur hansara
og stuttsøgur eru av tí besta, ið skrivað er á
føroyskum.
Hann var við í Føroya Fróðskaparfelag