Fróðskaparrit - 01.01.1993, Síða 169
LIMIR í FØROYA FRÓÐSKAPARFELAG FARNIR SEINASTU 10 ÁRINI
173
frá byrjan og var hann mong ár annar
grannskoðari felagsins. I Fróðskaparrit
hevur hann skrivað greinina:
1952. Eplaálurin, ein nýggj eplasjúka í Føroyum.
l.bók: 122-141.
Anthon Kruse,
12. apríl 1921 - 13. desember 1983.
Anton Kruse varð føddur á Eiði. Útbúgving
fekk hann sum búfrøðingur. Eftir hetta var
hann eitt skifti í Føroyum, og hevði hann tá
ætlanir um at fáast við jarðarbúk her, men
hugsanir hansara um, hvussu hetta skuldi
skipast, vunnu ikki frama. Hann valdi tískil
at fara aftur til Danmarkar. Her fekk hann
starv sum lektari við landbúnaðarháskúlan í
Keypmannhavn. í Fróðskaparrit hevur
hann skrivað greinina:
1973. Ein kromosomkanning av sinugrasi (reyð-vingli,
Festuca rubra L.), ið vaksið hevur ymsastaðni í
Føroyum. 21. bók: 28-33.
Agnete Loth, 1922-2. juni 1990.
Agnete Loth varð mag. art í norrønari mál-
frøði á lærda háskúlanum í Keypmanna-
havn í 1947, men longu sum studentur fór
hon at starvast á Ámasavni (Den ama-
magnæanske Samling - seinni: Institut). í
1953 kom hon í starv sum lærari í nor-
rønum á lærda háskúlanum, og í mong ár
leiddi hon danskar móðurmálsstudentar inn
í norrøna málið, til tað ikki longur var kravt
í 1970. í sambandi við undirvísing sína gav
hon út ta nógv nýttu Gísla søgu í 1956. Tá
ið Det Amamagnæanske Institut varð sett á
stovn í 1956 kom hon í fast starv har, og har
virkaði hon til deyðadags.
Hon avrikaði nógv við at geva út norrøn-
ar tekstir. Hon eigur soleiðis 8 bind í teksta-
røðini Editiones Arnamagnæanæ. I ljós-
prentarøðini Early Icelandic Manuscripts
gav hon út tvey av bindunum. Eisini rit-
stýrdi hon tíðindariti stovnsins Bulletin frá
byrjan. I 1975 giftist hon Jóni Helgasyni
professara. Eftir at hann doyði í 1986
greiddi hon til prentingar rit, ið lógu eftir
hann. Seinni árini gjørdi hon nógv við at
týða norrøn halgirit til danskt. í Fróðskap-
arrit hevur hun skrivað greinina:
1970. Lucas Debes ogTorfæus. 18. bók: 129-150.
Christian Matras,
7. desember 1900 - 16. oktober 1988.
Chr. Matras varð borin í heim á Viðareiði.
12 ára gamal fór hann til Havnar at ganga í
skúla. Har tók hann realprógv í 1917. í
1920 tók hann studentsprógv í Sorø og varð
í 1928 magistari í norrønari málfrøði á
lærda háskúlanum í Keypmannahavn. I
1933 vardi hann doktararitgerð sína um
staðanøvn í Norðuroyggjum. I 1936 varð
hann dosentur og í 1952 professari á sama
háskúla. Tí starvi sat hann í, til hann í 1965
kom heim at verða fyristøðumaður fyri ný-
stovnaða Fróðskaprsetrinum, tí, ið seinni
varð Føroymálsdeild setursins. Hann legði
frá sær í hesum starvi í 1972. Chr. Matras
var heiðursdoktari við Háskóla íslands og
universitetið í Uppsølum. I 1981 varð hann
saman við Føroya Fróðskaparfelag heiðr-
aður við Ossian-heiðurslønini, ið var
20.000 DM. Hetta fæ varð eftir hansara