Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 07.10.1963, Qupperneq 47

Føroya kunngerðasavn A og B - 07.10.1963, Qupperneq 47
227 Nr. 71. 20. september. REGLUGERÐ fyri búskaparráðift. ViS heimild í § 1, 1. stk. í løgtingslóg nr. 42 frá 30. mai 1963 um búskaparráð hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Búskaparráðið fær tað starvsøkið undir landsstýrinum at lýsa og sundurliða vinnulív- og fíggjarstøðu landsins, eins og ráðið setur fram uppskot at fremja skynsamar ábøtur í og eina samljóðandi útbygging av vinnulívinum, so lagt kann vera haldgott grundarlag und- ir fíggjarliga vøksturin, og inn- tøkumøguleikar vinnustætt- anna tryggjaðir og øktir. § 2. Fyri at lúka tær í § 1 nevn- du uppgávur fer búskapar- ráðið í fyrsta umfari undir at gera tjóðarfíggjarætlan fyri landið fyrstu ferð fyri árið 1964-65, henda ætlanin eigur at vera frá hondini innan 1. apríl 1964. Síðani fer ráðið undir: a. at seta upp sjóðarroknskap, fyrstu ferð fyri 1963-64, b. kanningar til fremjan av ra- tionellum og nyttusamum tiltøkum í einstøkum vinnu- lívstættum og fyritøkum, c. kanningar, hvørjar møgu- leikar tær einstøku bygdir- nar hava fyri vinnulívsvirkj- um. Tey í stk. 2 nevndu arbeiði eiga at vera frá hondini innan 1. oktober 1964, og tekur lanđs- stýrið tá støðu til, eftir hvørj- um sjónarmiðum ráðið skal starvast frameftir. § 3. Tær upplýsingar, ið eru bú- skaparráðnum fyri neyðini at fremja starvið, sum tilskilað í § 2, hevur tað heimild at krevja sær, jbr. § 2. 2. stk. í løgtingslógini. § 4. Búskaparráðið fær um hendi dagligu fyrisitingina av hag- deild landsins. Føroya landsstýri, 20. sep- tember 1963. Hákun Djurhuus, løgmaður. J. Djurhuus. Nr. 72. 27. september. KUNNGERÐ um studning til mjólkaframleiðslu. Við heimild í § 22.7.4. í fíggj- arløgtingslóg nr. 11 frá 27. mars 1963 um studning til neytahald verður stuđningur veittur mjólkaframleiðarum um meiarí og mjólkasølur soleiðis: Vanligur mjólkastudningur og studningur til ostamjólk er galdanđi fyri tíðina frá 1. sep- tember 1963 til 31. mars 1964. Flutningsstuđningur verður veittur alt fíggjarárið 1963-64. I. Vanligur mjólkastudningur: 15 oyrur fyri liturin fyri innvigaða konsummjólk (ný- mjólk), ið verður avroknað framleiðara við í minsta lagi 90 oyrum fyri liturin (frároknað studningi). II. Studningur til ostamjólk: 25 oyrur fyri liturin fyri avlopsmjólk, ið fer til osta- gerð. III. Flutningsstudningur: Upp í 10 oyrur fyri liturin til uttanbíggja framleiðarar, ið selja og lata flyta ný- mjólk til mjólkabát ella mjólkasølur. Treytirnar fyri at fáa stuđn- ing eru hesar: 1. Vanligan mjólkastudning: a) Um meiarí: Uppgerð frá meiarí hvønn mánað yvir litratal fyri hvørja bygd sær sambart autoriseraðum handilsbók- um við tilskilan av av- rokningarprísinum hjá meiarínum (studningur íroknaður) og sølupnsin til brúkara. b) Um mjólkasølur:

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.