Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Qupperneq 117
131
Nr. 59.
2. oktober.
Kunngerð
um
EEC-royndarfiskiskap eftir blálongu á landleiðini í 1981.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur viðfremmandlond
hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. I tíðarskeiðinum 1. november til 31. december, báðir dagar íroknaðir, er loyvt
upp til 15 trolarum, sum eru skrásettir og heimahoyrandi í EEC-londum, í senn at reka
royndarfiskiskap í beinleiðis veiðu eftir blálongu við troli við meskum ikki smærri enn
120 mm á leiðini sunnan fyri 61°30’00” N og vestan fyri 09°00’00” V.
2. stk. Fiskiskapur má ikki rekast á grynri sjógvi enn 500 m. dýpi.
3. stk. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum má í mesta lagi vera 15% av veiðunøgdini.
4. stk. Treyt fyri at inna fiskiskap eftir hesi kunngerð er, at skipið hevur serstakt
fiskiloyvi til hesa veiðu, og at skipið fylgir teimum reglum, ið annars galda fyri EEC-
fiskiveiðu eftir botnfiski á landleiðini.
5. stk. Skip í beinleiðis veiðu eftir blálongu sambært 1. stk. skulu boða
Fiskivinnustovuni frá, tá tey byrja og gevast við hesum fiskiskapi.
6. stk. Skip, sum hava rikið annan fiskiskap á landleiðini, skulu boða Fiskivinnu-
stovuni frá veiðuni flokkað eftir fiskasløgum og nøgd, áðrenn tey fara undir beinleiðis
veiðu eftir blálongu sambært 1. stk. Skip skulu somuleiðis, meðan tey fiska beinleiðis
eftir blálongu, dagliga boða frá veiðuni, flokkað eftir fiskasløgum og nøgd.
§ 2. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og harumframt kann allur
fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur og uppstandarar v. m. og fongur
koma undir konfiskatión. Skipið kann heftast til rindingar av bót og kostnað.
Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um førarin av skipinum er skuldsettur fyri brot
móti reglunum í hesi kunngerð.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
FØROYA FANDSSTÝRI, 2. oktober 1981.
Olaf Olsen (sign.)
landsstýrismaður
/Arni Olafsson (sign.)