Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Page 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Page 5
Nr. 33 53 23. apríl Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §i í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meir- virðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 96 frá 29. desember 1998, verða gjørdar hesar broyting- ar: 1) í § 22, stk. 2, 2 pkt., verður "goldin” strikað og í staðin fyri verður sett: ”roknað”. 2) í § 22 verður sett sum stk. 3: ”Stk. 3. Reglumar í stk. 2 eru eisini galdandi fyri skuldskrivaða rentu.” 3) § 32, stk. 4 verður orðað soleiðis: "Stk. 4. Verður avgjaldið ikki goldið rættstund- is, skal 1,0% roknast í mánaðarligari rentu fyri hvønn bytjaðan mánað frá 1. í tí mánaði, sum virkið skal gjalda upphæddina í.” §2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunn- gjørd. § 1, nr. 2 fær tó gildi 1. januar 1999 og fer úr gildi 31. desember 1999. § 1, nr. 3 fær tó ikki gildi fyrr enn 1. januar 2000 burtursæð frá, at rentusatsur- in verður broyttur til 1,0% við gildi frá 1. januar 1999. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.