Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Blaðsíða 10

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Blaðsíða 10
Nr. 38 58 23. aprfl Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning §1 § 2 í løgtingslóg nr. 51 frá 1. juni 1977 um fólka- og farmaflutning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 13. juni 1995, verður soljóðandi: ”§ 2. Landsstýrið skipar fyri sjóvegis sambandi á hesum leiðum: Vágur — Tórshavn, Tvøroyri — Tórshavn, Skúvoy — Sand, Skopun — Gamlarætt, Skopun — Hest, Hest — Gamlarætt Nólsoy — Tórshavn, Tórshavn — Skálafjørður, Vestmanna — Oyragjógv, Sørvágur — Mykines, Leirvík — Klaksvík, Klaksvík — Kalsoy, Hvan- nasund — Fugloy, Hvannasund - Svínoy.” §2 Henda lóg fær gildi 1. august 1999. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Nr. 39 23. aprfl Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð 81 í løgtingslóg nr. 59 frá 9. juni 1988 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 29. mars 1996 verður gjørd henda broyting: § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”1 Jarðarráðnum eru 5 limir, sum verða valdir av landsstýrismanninum. Jarðarráðið skal vera mannað við limum, ið hava útbúgving og hollan fakligan før- leika innan búskap. løgfrøði, landbúnað og kunn leika til vinnuligt virksemi sum heild.” §2 Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.