Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Blaðsíða 21

Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Blaðsíða 21
69 uppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl, ársmet og eftirmeting. Kapittul 5 Námsfrøðilig leiðsla § 12. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismannin- um ábyrgdina av námsfrøðiliga virksemi skúlans. Stk. 2. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismann- inum ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkunum á skúlanum. Stk. 3. Skúlastjórin tekur allar ítøkiligar avgerðir við- víkjandi næmingunum, herímillum um upptøku av næmingum. Stk. 4. Skúlastjórin heldur próvtøku og skrivar prógv. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum. Kapittul 6 Lærarar § 13. Lærari skal hava prógv frá handilsháskúla, uni- versiteti ella frá øðrum hægri lærustovni. Stk. 2. Lærari skal í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast starv hava staðið námsfrøðiliga próvtøku, eftir regl- um, ið verða ásettar av landsstýrismaðurin. Stk. 3. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu før- leikakrøv sum lærarin í viðkomandi lærugrein. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleika- krøv, herímillum um útbúgving og praktiskar roynd- ir, sbr. stk. 1 og 2 og um námsfrøðiliga próvtøku sbr. stk. 3 Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesi grein. Kapittul 7 Kærur § 14. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðilig- um málum og kæra um avgerðir, tiknar í sambandi við próvtøku, herímillum um áseting av próvtali, kunnu í seinasta lagi 1 viku eftir, at avgerð er kunn- gjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismannin- um. Kapittul 8 Fígging § 15. Landsstýrismaðurin útvegar yrkisskúla rakstrar- stuðul til góðkent undirvísingarvirksemi sambært § 1. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann útvega studning til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, út- búgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið. § 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingin. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri gjald fyri stakgreinaundirvísing og sjálvlesandi í sambandi við unđirvísing og próvtøku. Stk. 3. Næmingurin skal sjálvur útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um gjald fyri Ijóstøk til nýtslu í undirvísingini. Kapittul 9 Aðrar ásetingar § 17. Næmingurin hevur møtiskyldu og skyldu at lata inn alt kravt avrik. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjøllari reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti. § 18. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi. Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki minka um møguleikar næmingsins at nýta sína út- búgving sum støði undir hægri framhalđslestri, og ei heldur um rættindi hansara í øðrum førum. § 19. Skúlin skal hava næmingin tryggjaðan móti skaðum, sum hann kann verða fyri undir skúlagongd- ini. Kapittul 10 Gildisskipan § 20. Henda lóg kemur í gildi 1. august 2000. Stk. 2. Samstundis sum henda lóg kemur í gildi, fer løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 um hægri hand- ilsútbúgvingar við seinni broytingum úr gildi. Stk.3. Reglumar í løgtingslóg nr. 127 frá 21. mai 1993 við seinni broytingum em tó galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir útbúgving til hægri handilspróvtøku áðrenn 1. august 2000. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.