Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 19

Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 19
THE FIELD-NAME STRAPULIÐ 17 ritinum til Taxatiónina. Men um hetta ð er bundin hvørkikynsending ella partur av navnliðinum -lið (‘portur’), síggja vit sjálv- sagt ikki. í eini uppskrift frá 1933 skrivar Poul Joensen lærari (f. 1888) Strapuli, og hann tykist tí fata -i sum herðingarveika ending.1 Tað sama gera yngri heimildar- menn sum greinskrivarin hevur spurt.2 Teir úttala navnið ['sdreahb3li]. í 1955 var Napoleon Djurhuus í Sandavági og skrivaði nøvn upp fyri Det danske Stednavneud- valg. Heimildarmaður hansara var Petur Elias Petersen (f. 1889), og navnið er tá fatað sum samanseting av Strapu- við høv- uðsherðing og -lið sum seinra liði við hjá- herðing. Sum viðmerking er sett »gongu- liða«. í staðanavnalistanum sum er prent- aður í Sandavágs søgu (Petersen 1963: 223 ff.) er henda viðmerking broytt til »sum portrið er«, og heimildarmenn í dag halda at hetta sipar til portrið niðan í hagan, har gøtan »eftir Vørðunum« lá (tað er gøtan sum gekk í erva oman fyri Miðvág út um Vatn). Hetta liða er í ovara enda á Strapulið. Ein formur við herðingarveikum enda- stavilsi fær sostatt stuðul báði í nútíðarút- talu og í uppskriftum hjá Hammershaimb og Poul Joensen. Sum vit síggja, hava upp- skrivarar kortini hug at tulka síðsta stavilsi sum -lið (‘portur’). Ein tulkingarroynd: stræti + lið Eg fari her at seta fram ta hugsan at navnið upprunaliga hevur verið eitt samansett orð, og at seinri partur av samansetingini er -lið, t.e. ‘portur’. Men hvat so við fyrra liði í samanseting- ini? At onkur annar hevur undrast á hetta, haldi eg meg síggja á einum einsamøllum seðli í orðasavninum á Føroyamálsdeildini, tí har hevur Chr. Matras skrivað »strapa (?)«. Annað stendur ikki á seðlinum, men eg eri onga løtu í iva um at tað er fyrri liður í okkara navni ið hevur givið honum høv- uðbrýggj. Og tað kann vera skilagott at fáa sett sovorðið á ein seðil um so er at »okkurt skuldi víst seg« seinri. Tað er ikki lætt at fínna nakað orð ella nakran orðlið ið bara minnir um fyrra lið í okkara navni. Men vit eiga ikki at gloyma at tvíljóðið [ea] báði kann umboða aogæí føroyskari stavseting. Haraftrat eigur ein ikki at hefta seg við at sjálvljóðið í miðstav- ilsinum er skrivað -u-, tí í hesi støðu (pen- ultima-støðu) er herðingin so veik (levissi- mus-herðing) at munur ikki hoyrist á sjálv- ljóðunum u og i. Men framvegis standa vit við einum orðliði sum ikki tykist geva nakra meining. Ein loysn á gátuni tykist tí vera at rokna við onkrum slag av ljóðbroyt- ing í navninum, sum ger tað ringt at kenna upprunaformin aftur. Tað er ikki av leið at hugsa sær orðini stræti og lið saman. Hvørkikynsorðið stræti er at frnna í øllum norðurlandamálum, hag- ar tað sigst vera komið úr fornenskum (sbr. street) ella fornfrísiskum, sum aftur hava fingið tað úr latíni, har strata (via) merkir ‘steinsettur (vegur)’. í FO er merkingin av stræti nettupp søgd at vera ‘smøl steinsett gøta, trongt tún’. Annars kann tað eisini verða nevnt at vit hava sagnorðið at stræta í merkingini ‘at ganga og mala, vera á ferð’, og at kvennkynsorðið stræta kann verða brúkt um ‘ein ið gongur úti og strætar’ ella ‘geilastrok’ (FO).
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.