Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 21

Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 21
THE FIELD-NAME STRAPULIÐ 19 soleiðis skal vera broytt frá Strætilið til Stræpilið ella Stræpilil Hyggja vit at hjá- ljóðunum í orðinum, kunnu vit staðfesta at frammantil í øllum trimum stavilsum er eitt tannljóð, t, t og / (í fyrsta stavilsi ger tannljóðið ein hjáljóðabólk saman við tann- rygsljóðunum s og r). Tað hevur elvt til eina ljóðfrálíking, eina dissimilatión. Og ein nærliggjandi møguleiki ið tá býður sær til, er at broyta tað mittasta av tannljóðunum, og t er tá broytt til p. Kanska kunnu vit undrast á hví orðlið- urin -lið er viknaður. Seinri liður í saman- seting plagar at hava hjáherðing, og henda hjáherðing plagar at halda sær tá ið eitt herðingarveikt stavilsi stendur framman- fyri, sum t.d. í nøvnum sum Stóralið, Fløgulið. Hevur stavilsið, sum stendur beint frammanfyri, høvuðsherðing, missir seinri samansetingarliður hjáherðing sína og verður herðingarveikur, sum t.d. í nøvn- unum Dyngslið, Krosslið, har seinra stavilsi ljóðar sum [-li], [-le] ella okkurt líknandi. Sambært hesi ljóðreglu skuldu vit ikki væntað nakra viknan í einum navni sum Strætilið. At tann broytingin kortini er hend, má óivað setast í samband við at upp- runamerkingin í navninum ikki longur hev- ur verið skilt. Kanska kann tað eisini hava hjálpt til, at herðingarveikt -i í vágamáli ljóðliga ikki liggur so fjart frá tí fulla ljóðvirðinum í sjálvljóðinum i. Her kann verða skoytt uppi at navnið Dyngslið, sum varð nevnt frammanfyri sum dømi, eisini er í bønum í Sandavági, men í hinum endanum av bønum, har sum bø- garðurin steigarmegin gekk oman móti sjónum. Eisini har hevur hagaportur verið, og seinri navnliðurin er helst eisini her -lið, men hann er - í samsvari við frammanfyri nevndu reglu - viknaður so nógv at orðið hevur verið fatað sum eitt hvørkikynsorð (t.d. *dingsl?) við teirri bundnu endingini -ið. Tí skrivar V. U. Hammershaimb »á Dingslinum« í navnalista sínum frá 1853, og sama gera seinri uppskrivarar (sí t.d. Petersen 1963: 229). Fyrri liður rnan vera hvørsfall av dyngur (kallkyn), síðuformur til dyngja (kvennkyn), samanber við orðini dyngja, dyngjumosi og deyðadyngur í FO. Saklig viðurskiftir Ein umráðandi spurningur tá ið um staða- navnatulking ræður, er hvussu viðurskiftini á staðnum, ella tey sakligu viðurskiftini, sampakka við ta framsettu tulkingina. Hálvmørkin Strapulið er heldur long og smøl og gongur úr fjøruni giljamegin og niðan til bøgarðin í erva. Hon er breiðari í neðra og smalkar sum niðan kemur, og í ovara enda er sum nevnt eitt hagaportur. Jørðin er ikki heilt fýrkantað, tí av tí innara horninum har uppi er ein fýrkantur kutaður burturúr. Kanska hevur garðurin í erva onkuntíð gingið øðrvísi enn nú. í fjøruni er urð, nevnd Urðin. Heiman fyri Strapulið - beint upp av Heimara Urðarenda - liggur Urðnamørk, sum eisini er kongsjørð. f niðara enda á Strapulinum, inn móti Urðna- mørk, var Giljarætt, ið er kend úr søgnini um Seyðamannin á Sondum (Jakobsen 1898-1901: 190-192). Tað var har at huldu- konan fekk seyðamannin aftur, beint áðr- enn hann kom til kirkjuna. Sum bøurin í Sandavági er í dag, so sær tað út sum at Giljarætt hevur ligið mitt í bønum, tí innan fyri Strapulið liggja Steinsmørk, Sjóvar- bøur og Tváttábøur (her skal viðmerkjast at
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.