Fróðskaparrit - 01.07.2004, Qupperneq 21
THE FIELD-NAME STRAPULIÐ
19
soleiðis skal vera broytt frá Strætilið til
Stræpilið ella Stræpilil Hyggja vit at hjá-
ljóðunum í orðinum, kunnu vit staðfesta at
frammantil í øllum trimum stavilsum er eitt
tannljóð, t, t og / (í fyrsta stavilsi ger
tannljóðið ein hjáljóðabólk saman við tann-
rygsljóðunum s og r). Tað hevur elvt til eina
ljóðfrálíking, eina dissimilatión. Og ein
nærliggjandi møguleiki ið tá býður sær til,
er at broyta tað mittasta av tannljóðunum,
og t er tá broytt til p.
Kanska kunnu vit undrast á hví orðlið-
urin -lið er viknaður. Seinri liður í saman-
seting plagar at hava hjáherðing, og henda
hjáherðing plagar at halda sær tá ið eitt
herðingarveikt stavilsi stendur framman-
fyri, sum t.d. í nøvnum sum Stóralið,
Fløgulið. Hevur stavilsið, sum stendur
beint frammanfyri, høvuðsherðing, missir
seinri samansetingarliður hjáherðing sína
og verður herðingarveikur, sum t.d. í nøvn-
unum Dyngslið, Krosslið, har seinra stavilsi
ljóðar sum [-li], [-le] ella okkurt líknandi.
Sambært hesi ljóðreglu skuldu vit ikki
væntað nakra viknan í einum navni sum
Strætilið. At tann broytingin kortini er
hend, má óivað setast í samband við at upp-
runamerkingin í navninum ikki longur hev-
ur verið skilt. Kanska kann tað eisini hava
hjálpt til, at herðingarveikt -i í vágamáli
ljóðliga ikki liggur so fjart frá tí fulla
ljóðvirðinum í sjálvljóðinum i.
Her kann verða skoytt uppi at navnið
Dyngslið, sum varð nevnt frammanfyri sum
dømi, eisini er í bønum í Sandavági, men í
hinum endanum av bønum, har sum bø-
garðurin steigarmegin gekk oman móti
sjónum. Eisini har hevur hagaportur verið,
og seinri navnliðurin er helst eisini her -lið,
men hann er - í samsvari við frammanfyri
nevndu reglu - viknaður so nógv at orðið
hevur verið fatað sum eitt hvørkikynsorð
(t.d. *dingsl?) við teirri bundnu endingini
-ið. Tí skrivar V. U. Hammershaimb »á
Dingslinum« í navnalista sínum frá 1853,
og sama gera seinri uppskrivarar (sí t.d.
Petersen 1963: 229). Fyrri liður rnan vera
hvørsfall av dyngur (kallkyn), síðuformur
til dyngja (kvennkyn), samanber við orðini
dyngja, dyngjumosi og deyðadyngur í FO.
Saklig viðurskiftir
Ein umráðandi spurningur tá ið um staða-
navnatulking ræður, er hvussu viðurskiftini
á staðnum, ella tey sakligu viðurskiftini,
sampakka við ta framsettu tulkingina.
Hálvmørkin Strapulið er heldur long og
smøl og gongur úr fjøruni giljamegin og
niðan til bøgarðin í erva. Hon er breiðari í
neðra og smalkar sum niðan kemur, og í
ovara enda er sum nevnt eitt hagaportur.
Jørðin er ikki heilt fýrkantað, tí av tí innara
horninum har uppi er ein fýrkantur kutaður
burturúr. Kanska hevur garðurin í erva
onkuntíð gingið øðrvísi enn nú. í fjøruni er
urð, nevnd Urðin. Heiman fyri Strapulið -
beint upp av Heimara Urðarenda - liggur
Urðnamørk, sum eisini er kongsjørð. f
niðara enda á Strapulinum, inn móti Urðna-
mørk, var Giljarætt, ið er kend úr søgnini
um Seyðamannin á Sondum (Jakobsen
1898-1901: 190-192). Tað var har at huldu-
konan fekk seyðamannin aftur, beint áðr-
enn hann kom til kirkjuna. Sum bøurin í
Sandavági er í dag, so sær tað út sum at
Giljarætt hevur ligið mitt í bønum, tí innan
fyri Strapulið liggja Steinsmørk, Sjóvar-
bøur og Tváttábøur (her skal viðmerkjast at