Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 23

Fróðskaparrit - 01.07.2004, Page 23
THE FIELD-NAME STRAPULIÐ 21 Vit sóu at eitt nú í Norra og Hetlandi kundi Stræti einsamalt vera jarðarnavn. Ein møguleiki var tí at jørðin í Sandavági kundi havt hitið *At Stræti av fyrstan tíð, og at liðað so var nevnt eftir jørðini, at tað inni- helt eitt jarðarnavn sum fyrra lið. Um so var, skuldu vit helst væntað okkum fyrra lið í hvørsfalli (Strætis-). Tað rímuligasta man tí vera at hugsa sær upprunanavnið sum At Strætiliði. Ikki er vist at allur tann gamli bøurin innan fyri rættina er innlagdur í senn. Oman millum tær báðar merkurnar sum Sjóvar- bøur er, gongur ein smalur geiri sum nevnist Mjáibøur, lítið breiðari enn líggja- sveipur, og eldri fólk minnast at steinar lógu báðumegin við, sum kundu minna um gamalt garðlag. Tað er tí ikki óhugsandi at røkstur onkuntíð hevur verið tann vegin oman á bakkan ella ljøruna og í rættina. Sjóvarbøur gongur í neðra út til Tváttá, men í erva gongur ein tríkantur, nevndur Tungan, oman ímillum ánna og Sjóvarbø, og Tungan hoyrir til trfggjar aðrar jarðir í bygdini. Eisini er Geilin nevnd sum staðar- navn har. Eitt sum eisini styðjar upp undir ta hugsan at mark millum bø og haga einaferð hevur gingið oman við Strapulið, er áar- navnið Króká. Tvær Krókáir eru, onnur heiman fyri Urðnamørk og hin skamt innan fyri Strapulið. Fyrri navnliðurin kundi sip- að til at her hevur krókurin á innmarkini onkuntíð verið. At enda kunnu vit kanska spyrja hvussu gamalt eitt sovorðið navn sum *At Stræti- liði man vera. At tær innastu merkurnar eru yngri enn Giljarætt, merkir ikki tað sama sum at tær tær eru ungar. Heldur man rættin vera avgomul, og jørðin har inni kann tí saktans vera gamal bøur. Helst skulu vit nakað væl aftur í miðøld, og aftur hagar man navnið stava. Bókmentir Benediktsson, J. 1968. íslendingabók. Landnámabók. Islenzk fornrit I. Reykjavík. FO = Føroysk orðabók. 1998. Føroya Fróðskaparfelag. Tórshavn. Hansen, J.S. 1971. Tey byggja land. Fugloyar sókn. Klaksvík. Jakobsen, J. 1898-1901. Færøske folkesagn og æventyr. København. Jakobsen, J. 1901. Shetlandsøernes stednavne. Køben- havn. Magnússon, Á. B. 1998. íslensk orðsifjabók. Reykjavík. Matras, Chr. 1932. Stednavne paa de færøske Norður- oyar. Kjøbenhavn. Petersen, L. 1963. Sandavágs søga. Tórshavn. Ross, H. 1895. Norsk Ordbog. Oslo. Rygh, O. 1900. Norske Gaardnavne III. Kristiania. Sandnes, J. og Stemshaug, O. 1997: Norsk stadnamn- leksikon. (4. utg.). Det norske samlaget. Oslo. Taxatiónsprotokoll = Protokol over den i Henhold til Lov angaaende en ny Skyldsætning af Jorderne paa Færøerne af29de Marts 1867foretagne Taxation af bemeldte Jorder. Kjøbenhavn 1873. 1) Heftið er helst ætlað staðanavnasavninum hjá Sólar- magni, men uml. 1947 letur Chr. Matras tað til savnið hjá Staðanavnanevnd Føroya Løgtings (er nú á Føroya- málsdeildini) saman við øðrum staðanøvnum hjá Sólar- magni, m.a. uppskriftunum hjá Hans á Biskupsstøð, ið nevnđar eru í hesi grein. 2) Hans Hansen, Jóannes Heinesen, Heini F. Petersen og Hjalmar P. Petersen eiga tøkk fyri upplýsingar teir hava latið høvundinum. 3) Tøkk fái Svavar Sigmundsson fyri upplýsingar og rættleiðing.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.