Fróðskaparrit - 01.07.2004, Blaðsíða 23
THE FIELD-NAME STRAPULIÐ
21
Vit sóu at eitt nú í Norra og Hetlandi
kundi Stræti einsamalt vera jarðarnavn. Ein
møguleiki var tí at jørðin í Sandavági kundi
havt hitið *At Stræti av fyrstan tíð, og at
liðað so var nevnt eftir jørðini, at tað inni-
helt eitt jarðarnavn sum fyrra lið. Um so
var, skuldu vit helst væntað okkum fyrra lið
í hvørsfalli (Strætis-). Tað rímuligasta man
tí vera at hugsa sær upprunanavnið sum At
Strætiliði.
Ikki er vist at allur tann gamli bøurin
innan fyri rættina er innlagdur í senn. Oman
millum tær báðar merkurnar sum Sjóvar-
bøur er, gongur ein smalur geiri sum
nevnist Mjáibøur, lítið breiðari enn líggja-
sveipur, og eldri fólk minnast at steinar
lógu báðumegin við, sum kundu minna um
gamalt garðlag. Tað er tí ikki óhugsandi at
røkstur onkuntíð hevur verið tann vegin
oman á bakkan ella ljøruna og í rættina.
Sjóvarbøur gongur í neðra út til Tváttá,
men í erva gongur ein tríkantur, nevndur
Tungan, oman ímillum ánna og Sjóvarbø,
og Tungan hoyrir til trfggjar aðrar jarðir í
bygdini. Eisini er Geilin nevnd sum staðar-
navn har.
Eitt sum eisini styðjar upp undir ta
hugsan at mark millum bø og haga einaferð
hevur gingið oman við Strapulið, er áar-
navnið Króká. Tvær Krókáir eru, onnur
heiman fyri Urðnamørk og hin skamt innan
fyri Strapulið. Fyrri navnliðurin kundi sip-
að til at her hevur krókurin á innmarkini
onkuntíð verið.
At enda kunnu vit kanska spyrja hvussu
gamalt eitt sovorðið navn sum *At Stræti-
liði man vera. At tær innastu merkurnar eru
yngri enn Giljarætt, merkir ikki tað sama
sum at tær tær eru ungar. Heldur man rættin
vera avgomul, og jørðin har inni kann tí
saktans vera gamal bøur. Helst skulu vit
nakað væl aftur í miðøld, og aftur hagar
man navnið stava.
Bókmentir
Benediktsson, J. 1968. íslendingabók. Landnámabók.
Islenzk fornrit I. Reykjavík.
FO = Føroysk orðabók. 1998. Føroya Fróðskaparfelag.
Tórshavn.
Hansen, J.S. 1971. Tey byggja land. Fugloyar sókn.
Klaksvík.
Jakobsen, J. 1898-1901. Færøske folkesagn og æventyr.
København.
Jakobsen, J. 1901. Shetlandsøernes stednavne. Køben-
havn.
Magnússon, Á. B. 1998. íslensk orðsifjabók. Reykjavík.
Matras, Chr. 1932. Stednavne paa de færøske Norður-
oyar. Kjøbenhavn.
Petersen, L. 1963. Sandavágs søga. Tórshavn.
Ross, H. 1895. Norsk Ordbog. Oslo.
Rygh, O. 1900. Norske Gaardnavne III. Kristiania.
Sandnes, J. og Stemshaug, O. 1997: Norsk stadnamn-
leksikon. (4. utg.). Det norske samlaget. Oslo.
Taxatiónsprotokoll = Protokol over den i Henhold til
Lov angaaende en ny Skyldsætning af Jorderne paa
Færøerne af29de Marts 1867foretagne Taxation af
bemeldte Jorder. Kjøbenhavn 1873.
1) Heftið er helst ætlað staðanavnasavninum hjá Sólar-
magni, men uml. 1947 letur Chr. Matras tað til savnið
hjá Staðanavnanevnd Føroya Løgtings (er nú á Føroya-
málsdeildini) saman við øðrum staðanøvnum hjá Sólar-
magni, m.a. uppskriftunum hjá Hans á Biskupsstøð, ið
nevnđar eru í hesi grein.
2) Hans Hansen, Jóannes Heinesen, Heini F. Petersen og
Hjalmar P. Petersen eiga tøkk fyri upplýsingar teir hava
latið høvundinum.
3) Tøkk fái Svavar Sigmundsson fyri upplýsingar og
rættleiðing.