Fróðskaparrit - 01.01.2006, Page 42
40
UM PURISMU í FØROYA KVÆÐl
skal takast í teimum trimum kvæðunum, ið
viðgjørd hava verið. Rættingar í tekstunum
eru í umfatandi mun farnar fram, og ofta
verður hetta gjørt óviðmerkt. Barnes metti
tó, at stjøman merkti, at talan var um eina
málbót; sambært bd. VII av Føroya kvæði,
sum ikki var komið út, tá ið Barnes skrivaði
sína ritgerð, merkir stjørnan tó eisini, at
uppskrivarnir hava roynt at gitt seg til
upprunaorðið. Tó verður stjørnan eisini nýtt
til rættingar, bæði stilistiskar og málsligar.
Annars eru tað hornklomburnar, ið eru ætl-
aðar at umboða málfrøðiligar rættingar, út-
fyllingar av “lacuna” og tekstligar broyt-
ingar annars, ið skulu vísa á, nær rættingar
í tekstinum eru famar fram.
Sum ávíst, so rættar útgávan í Føroya
kvæði tekstirnar fonetiskt og ortografískt,
t.e. tillagar tekstirnar til skriftmálið, men í
har eru eisini fleiri dømi um, at bendingar
em broyttar og enntá at syntaksin av ávísum
setningum er broytt við at seta orð inn, eftir
eini meting um, hvat møguliga kundi staðið
har. Og í fømm verður farið so langt, at
kvæðini í normaliseraðu útgávuni ikki sam-
svara semantiskt við upprunaligu handritini.
“Málfrøðiliga kynsskiftið”, ið nevnt var í
Gongurólvs k\>æði, er tað mest framtraðk-
andi dømið uppá hetta í hesum trimum
kvæðunum.
Tá ið hetta er sagt, so skal tó sigast, at
hetta ikki er líka framherjandi ígjøgnum alla
útgávuna, og varierar nógv frá kvæði til
kvæði. I teimum trimum kvæðunum, ið
gjøgnumgingin hava verið, eru málsligu
rættingarnar mest framherjandi í Gongu-
rólvs kvæði, meðan tær í hinum báðum eru
lutfalsliga fáar. Treyðugt so, hini kvæðini
eru eisini munandi styttri (sbr. eisini við-
merking Barnes’ um munin millum tættir og
kvæði viðvíkjandi málfrøðiligum støðufesti;
1978:223), og frá einum fyrimyndarligum
sjónarhorni áttu tílíkar als ikki at verið at
funnið.
Hammershaimbs uppskriftir av Ólavi
Riddararós ogAlvamoy ogSkrímslinum eru
eisini týðiliga merktar av einari puristiskari
hond. Hammershaimb krógvar ikki, at hann
roynir at endurgeva tekstirnar, sum hann, út
frá sínum kunnleika um norrøna fílologi,
heldur at teir einaferð hava verið. Fyri at gera
hetta, broytir hann uppá bæði ljóðfrøðilig og
stavsetingarlig viðurskifti, bendingar, syn-
taks og merking. Tað má tó sigast til hansara
fyrimun, at hann konsekvent viðmerkir tað,
sum hann ger. Hevur hann broytt tekstin,
verður tað viðmerkt í fótnotu, umframt til-
skilað, hvat upprunahandritið hevði í staðin.
Tað er saknur í einari samsvarandi rættnings-
linju í Føroya kvæði. Tann veruleiki, at
Barnes ikki eingong til fulnar fekk at vita,
hvat ein stjøma við eitt kvæðaorð merkti,
men gitti seg til tess út frá tí at hesi orðini
ikki vóm heilt tey somu í ávikavist handriti
og útgávu, vísir eisini á ein mangul frá út-
gevarans síðu - stjørnan var bara innsett
uttan nakra undirbyggjandi frágreiðing og
kundi markað eitthvørt slag av óreglusemi.
Niðurstøðan gerst sostatt, at Barnes hev-
ur grein í sínum máli, tá ið hann førir fram,
at Føroya kvæði ikki altíð endurgevur upp-
mnahandritini, men í fleiri fømm broytirtey,
í fleiri støðum enntá uttan at broytingin
gevur meining. Eingin yvirskipað rætnings-
linja tykist heldur at vera fyri nær Føroya
kvæði broytir tekstin; orð, sum eru broytt
einastaðni, kann ein fínna óbroytt aðrastaðni
í normaliseraðu útgávuni. Tó tykjast ritstjór-