Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 70
68
SKIFTISMÆLI í FØROYSKUM?
á sama fyribrigdið sum týdningarmikil partur
av heildarreglunum hjá Ferguson fyri skiftis-
mæli (Schiffman, 1997: 207).
Ferguson gevur okkum dømi um fýra
'fyrimyndarmál' ('deftning languages')
(Ferguson, 1959: 326), ið hava skiftismæli
sum eyðkenni sum lýst omanfyri. Týskttal-
andi parturin av Sveis við há-týskum í Fl- og
sveisisk-týskum í L-støðu er eitt teirra. Arab-
isku londini við staðbundnu málførunum í L-
og klassiskum (og/ella moderna ríkis-) arab-
iskum í H-støðu er eitt annað. Afturat hesum
báðum tók Ferguson Grikkaland, við gamla,
klassiska frábrigdinum katharevusa í H- og
dagliga frábrigdinum dhimotiki í L-støðu. 011
trý finnast í samfeløgum, har standardfrá-
brigdið er varðveitt frá eldri tíð, og er sostatt
ikki málslig leivd hjá harrafólki, ið fyrr hevur
havt vald í landinum, sum t.d. fólk úr niður-
setulandi. Málsamfelag við kreol-frábrigdi í L-
støðu og málinum hjá niðursetufólkinum í
H-støðu er fjórða dømið um málsamfelag við
skiftismæli. Her tekur Ferguson Haiti sum
dømi, við fronskum í H- og staðbundna
kreol-frábrigdinum í L-støðu. Felags fyri øll
fýra ‘fyrimyndarmálini' er skyldskapurin mill-
um tey bæði frábrigdini umframt onnur
serlig fyribrigdi viðvíkjandi øki fyri nýtslu,
virðing, o.s.fr. (Ibid.: 327).
Ein týðandi fyritreyt hjá Ferguson í grein-
ing hansara av frábrigdunum í skiftismæli er
skyldskapur teirra millum, hóast skilligur
munur er teirra millum viðvíkjandi bending
og setningsbygnaði (Ferguson 1959: 333). í
útfyllandi grein um skiftismæli frá 1991 nem-
ur Ferguson eisini við, at støðan kann snúgva
seg um samfelda heild millum frábrigdini á
hvør sínum vongi, samstundis sum vit hava
við tvípólaða støðu at gera, har frábrigdi, ið
liggja millum tey bæði á hvør sínum vongi
eiga at kunna verða umrødd við báðum
evstamørkum í baksýni. Tað merkir, at eingin
triði pólur er at ftnna (Ferguson 1991: 226).
Sambært Berger hevur Ferguson tikið
upp í heitið 'skiftismæli' eina ikki-málsliga
síðu; eina virkisfrøðiliga sundurgreining av
tveimum málsligum frábrigdum innan sama
málsliga samfelagið. Tískil herðir Ferguson
dupultu meiningina í latínska heitinum 'bi-
lingualism' (Berger, 1990: 285). Berger peikar
á, at vegna serligu treytina hjá Ferguson til
"the linguistic afinity of the idioms involved,
the stability of the situation and the hierar-
chical order of the varieties" (Ibid.: 286), finst
valla málsamfelag við skiftismæli, ið svarar til
heildarreglurnar hjá Ferguson. í dag mugu vit
helst siga, at av teimum fýra 'fyrimyndarmál-
unum' eru bert tvey framvegis mál við skiftis-
mæli, av tí at báði Grikkaland og Haiti hava
verið í málsligari støðu við ógvusligari broyt-
ing3. í Grikkalandi er H-frábrigdið katharev-
usa beint burtur av L-frábrigdinum dhimo-
tiki, meðan støðan í Haiti er, at 90% av fólk-
inum nú tosa bert haitiskt-kreolskt sum
móðurmál. Hetta merkir eisini, at L-frábrigd-
ið á Haiti hevur beint fyri H-frábrigdinum (sí
Fasold, 1984: 34-59). í dag viðgera málfrøð-
ingar eina møguliga sundurskiljing millum
málslig frábrigdi á søguligari grund. Av tí
sama er lutfalslig semja um, at haitiskt-
kreolskt og haitiskt-franskt ikki longur eru at
skilja sum sama mál (Berger, 1990: 289).
í tí fylgjandi skal tískil heldur ikki verða
víst á dømini grikskt og haitiskt-kreolskt,
meðan vit skulu halda fast um sveisiska og
arabiska dømið. Samstundis skal sigast, at
eisini viðvíkjandi sveisiska døminum er kjak
um, um týskttalandi parturin av Sveis í dag
veruliga svarar til heildarreglurnar hjá Fergu-
son fyri skiftismæli (Rash, 1998: 31 vísandi á