Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 119

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 119
AKRAR OR ACRAR 117 er samandrigið til A Øgrunum, sum so „i de omkringliggende bygder er blevet omtydet til á Økrum" (Djurhuus, 1960:144 f.). í eini grein í heiðursriti til undirritaða tekur Hanna Absalonsen navnið Akrar til við- gerðar og skjýtur har upp at seta tað í sam- band við eitt gamalt norrønt orð, nevniliga hvørkikynsorðið ggr (Absalonsen, 2002, tik- ið upp aftur í Absalonsen, 2003). Eisini hevur Jákup Olsen, fyrrv. lærari í Vági (slektaður av Økrum), ført henda tolkingarmøguleika fram, munnliga og í bløðum. Hanna Absa- lonsen metir um hvussu broytingin í navn- inum frá norrønum til nútíðarføroyskt kann hava farið fram, og harumframt hvussu navnið samsvarar við natúrviðurskiftini. Hetta skulu vit venda aftur til. Jákup Olsen hevur sagt mær at hann fekk hugskotið til navnatolkingina einaferð hann sá eitt líkn- andi navn á einum gomlum íslandskorti í Vágs skúla afturi í 60’unum, og merkingina av orðinum fann hann í eini gamlari orðabók. Hann prátaði ofta við starvsfelagan Jákup Berg, sum vildi hava hann at skriva um hetta, men tað varð tó av ongum. í útgangsstøðinum hugsi eg at hugskotið er rætt, men eg fari í hesi grein at gera nakrar viðmerkingar til ta málsligu greiningina av navninum og somuleiðis til tey sakligu (to- pografisku) viðurskiftini ið kunnu hugsast at liggja til grund fyri navninum. Eldri heimildir um navnið Skrivligar heimildir um navnið tykjast at ganga aftur í 18. øld. Á føroyakortinum hjá Rasmus Juel frá 1709-10 (Nørlund, 1944, talva 13) stendur navnið Agre, men tað er sett skeivumegin Lopransfjørð, uppi á landi har sum Núpur er. Og hetta er helst atvoldin til at navnið eisini er komið upp á eitt ónavn- givið kort frá 18. øld (Nørlund, 1944, talva 20), eisini her sett oman fyri Núp, men nú í forminum Ager. Hetta kundi sætt út sum royndir at endurgeva tað føroyska orðið akur á donskum. J. Chr. Svabo nevnir ikki Akrar, men hann nevnir Akratanga, tá ið hann tekur til at „l Lobra seer man Tegn til Bøe ligesaa sønden for Agratengji; som skal være nedlagt for Vinds Skyld" (Svabo, 1959: 365). Helst sipar hann til Ærgibyrgi (Ergibyrgi) tá ið hann um- talar „Bøe" og niðurlagda búseting sunnan fyri Akratanga. Har síggjast fleiri toftir, og staðið man vera gamalt ærgi, sum navnið eisini sigur. í eini staðfrøðiligari lýsing sum J. H. Schrøter prestur hevur skrivað (prentað í Weyhe, 2007), og sum er til í handriti í savn- inum hjá Kongliga danska Fornritafelagnum í Keypmannahavn, nevnir hann Akratanga og Akrar á henda hátt: Agra Tengji, hvorved er anlagt en Bye 1814, som nu kaldes efter en Eeneboelig i Oldtiden, som der fandtes Spor til, á Ogrum. Ogsaa i Bugten Lobbra sees Spor til Dyrkning og fordums Huus Tofter, dog kun 2 a 3 Boeliger. Lýsingin hjá Schrøter er gjørd í sambandi við føroyakortið, sum fylgdi við føroyingasøgu- útgávuni hjá C. C. Rafn (1832), men navnið Akrar kom ikki við á kortið, kanska tí pláss ikki hevur verið fyri tí. Tað er heldur ikki við á kortinum sum Born kapteynur teknaði í 1791. Men løgið er tað at hann á sjónum stutt norðan fyri Akraberg, út fyri Lambafles, hevur skrivað Øgrund. Tað er ilt at siga hvat býr undir hesum navnaformi, men tað kundi verið hvørjumfalsformurin Øgrum, sum er komin at standa á skeivum stað (og kanska er hugskotið um „øðugrunn" ikki heilt nýtt?).
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148
Blaðsíða 149
Blaðsíða 150
Blaðsíða 151
Blaðsíða 152
Blaðsíða 153
Blaðsíða 154
Blaðsíða 155
Blaðsíða 156
Blaðsíða 157
Blaðsíða 158
Blaðsíða 159
Blaðsíða 160
Blaðsíða 161
Blaðsíða 162
Blaðsíða 163
Blaðsíða 164
Blaðsíða 165
Blaðsíða 166
Blaðsíða 167
Blaðsíða 168
Blaðsíða 169
Blaðsíða 170
Blaðsíða 171
Blaðsíða 172
Blaðsíða 173
Blaðsíða 174
Blaðsíða 175
Blaðsíða 176
Blaðsíða 177
Blaðsíða 178
Blaðsíða 179
Blaðsíða 180
Blaðsíða 181
Blaðsíða 182
Blaðsíða 183
Blaðsíða 184
Blaðsíða 185
Blaðsíða 186
Blaðsíða 187
Blaðsíða 188
Blaðsíða 189
Blaðsíða 190
Blaðsíða 191
Blaðsíða 192
Blaðsíða 193
Blaðsíða 194
Blaðsíða 195
Blaðsíða 196
Blaðsíða 197
Blaðsíða 198
Blaðsíða 199
Blaðsíða 200

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.