Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 143
THREE BALLADS BY JENS HENDRIK DJURHUUS
141
Eirikur til eina trupla støðu, tí tá Gunnvør
rættir honum drykkjusteypið, tekur hann
um hondina á henni og gevur Fróða kongi
eykanavnið fæmildi, tann gávumildi og spyr
í sama viðfangi, um hann kann fáa tað, sum
hann hevur í hondini, afturfyri navnagávuna.
Fróði kongur játtar, tí hann heldur, Eirikur
meinar drykkjusteypið. Eirikur setur Gunn-
vør í fangið á sær og sigur:
Qvát tikjir Tár um tan man
Sum vi tá fista Skua,
Vi list fólur ui Barmenun,
So sterkan Alskevs lua. -
Tá rodnaje tan unga Modj,
u leisroiv Se vi lempa,
Attur um Kong Frevvas Steul,
Burt frá tu Norsko Kjempo.
ør. 59-60
Síðani fara teir at kjakast um, hvat tað er,
hann skal fáa, drykkjuhornið ella gentuna.
Eirikur letur, sum um hann bara vildi hava
hondina á Gunnvør, og ger seg til at høgga
hana av henni. Tá játtar Fróði, og Eirikur festir
Gunnvør. Snildir og tungusnild sum hetta
eru tað, sum Eirikur er kendur fyri í søguni
hjá Saxo; soleiðis vinnur hann tey flestu stríð,
hann kemur í, hóast hann kortini onkuntíð
eisini má berjast kropsliga.
Gongdin í tilburðinum við Gunnvør
samsvarar við søguna hjá Saxo, men Jens
Flendrik hevur flutt hann fram í gongdini. í
søguni kemur hann ikki fyri fyrr enn beint
fyri seinasta bardagan við Vestmarssynir. Jens
Flendrik hevur sett tilburðin rættiliga
frammarlaga, tí soleiðis fær hann víst kong
sum ein rættan vert, ið bjóðar norsku gest-
unum drekka, og hann fær tey bæði, Gunn-
vør og Eirik, at møtast. Tískil kann annað
endamálið við ferðini hjá Eiriki verða framt
beinanvegin.
Áðrenn Eirikur og Rollar kunnu geva seg
í tænastu hjá Fróða, mugu fyrst onnur form-
lig viðurskifti avgreiðast. Gestir plaga at bera
kongi gávur, og til at taka móti teimum
hevur kongur tilnevnt Grip. Á veg til kongs-
garðin hevur Eirikur tikið eitt íspetti og ballað
tað inn í klæði síni. Fletta er gávan, hann
rættir Gripi, men ber soleiðis í bandi, at tað
tykist sum Gripur missir hana í eldin. Eirikur
ákærir Grip fyri at hava forkomið gávuni,
sum hann sigur er ein „adilsteinur" (ør. 75),
og krevur, at hann verður revsaður. Kaldi
sigur, at tað er lóg, at tann, sum ger slíkt, skal
heingjast. Gripur verður bangin, drotningin
Flánunda (Saxo: Flarmunde/Hanunde) legg-
ur uppí og biður teir ikki gera meira burtur
úr hesum. Men Eirikur stendur við sítt og
avdúkar, at Hánunda er kongi ótrúgv við
Gripi. Tá ger Gripur seg til at leypa á Eirik,
men Rollar er kvikari og fellir Grip.
í søguni hjá Saxo er raðfylgjan nakað
øðrvísi. Kaldi er skattmeistari hjá kongi og
skal taka ímóti gávum frá gestum. Sum lógin
sigur, verður hann hongdur fyri at hava
forkomið gávuni frá Eiriki og Rollari. Hjá Saxo
er síðani ein orðadráttur millum Fróða kong
og Eirik, har Eirikur prógvar sína tungusnild
og fær ein gullring av arminum á kongi
afturfyri. Tá biður kongur Eirik siga sær, hvat
hann og Gripur tosaðu um, tá ið teir møttust
beint eftir at Eirikur var komin í land. Tann
samrøðan er ikki nevnd í kvæðinum, sum í
staðin letur Eirik siga kongi frá ótrúskapinum
hjá drotningini við Gripi, meðan tey kjakast
um, hvørt skattmeistarin skal revsast. Kongur
verður sum vera man illa við av boðunum
um ótrúskapin: