Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 76
74
SKIFTISMÆLI í FØROYSKUM?
Soleiðis varð svarað
Talva 2
2. Hugburður til nýggjyrði mótvegis lánorðum,
3. Hugburður til týdningin av at læra seg før-
oyskt, eisini rætta bending.
Ov nógvur dentur skal ikki verða lagdur á, at
talva 1 & 2 tykjast at bera rungandi boðskap
um afturhald í at taka við fremmandum orð-
um. Tað, at svarið tykist vera so týðiligt, kann
líka skjótt hava við spurningarhátt at gera:
"Heldur tú, at vit eiga at fara í føroyska orða-
tilfeingi, eisini fara aftur í tíðina og leita eftir
gomlum orðum, ið eru farin úr nýtslu og royna
at gera nýggj úr hesum? Ella skulu vit bert lata
fremmandu lánorðini sleppa inn í málið?”
í eftirleiki var lættari at síggja, at tílíkur
spurningarháttur vekur hugsanir um 'varð-
veiting’ og 'verju' av málinum fyri, at tað ikki
skal verða trokað til síðis av øðrum og
doyggja út. Eisini skal víst verða á, at føroy-
ingar kortini tykjast hava jaligan hugburð til
nýggjyrði (eisini játtað hjá Poulsen et al„
2004: 162). Hin vegin er tað so, at í málsliga
gerandisdegnum taka tey, sum tosa føroyskt,
tøkuorð inn í stóran mun. Nýtslan av tøku-
orðum fevnir eisini um tað slagið, ið lærarar
og málfrøðingar mæla frá í skrivliga málinum,
ella, sum "verða útihýst", um ein skal málbera
seg við orðunum hjá Andre Niclassen, ið fyri
stuttum gav bók út um hetta evnið (Niclas-
sen, 2007).
3.4 Dagførd pinkukanning um
hugburð til danismur
3.4. T Skrásettar danismur frá
kanningini í 2005
í fylgiskjali (nr. 2a & b) er listi við 319 danism-
um, ið vóru skrásettar í fyrireikingunum til
master-ritgerðina. Við bert fáum undantøk-
um vóru fullgóð føroysk heiti funnin til orð-
ini, ið eru við í listanum. 'Fullgóð føroysk
heiti' eru orð, ið hoyrast í nýtslu og, sum eis-
ini hoyrdust I samrøðunum við heimildar-
fólkini.
í samrøðum við heimildarfólk I starvi hjá
fyrisitingini, t.d. í Heilsu- & Umhvøri/isfyrisit-
ingini, Løgmanskriustouuni, Fíggjarmálaráðn-
um, Innlendismálaráðnum, Úwarpi Føroya,