Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 78
76
SKIFTISMÆLI f FØROYSKUM?
Pinkukanning 2008
□ 1. Hevði tú viljað brúkt hesi orð og hugtøk í skrivaðum máli
□ 2. Kanst tú hugsa tær høpi, har tú ikki vildi nýtt tílik orð I talaðum máli?
□ 3. Kanst tú nevna høpi, har vit ikki eiga at nýta sovorðin orð I talaðum máli?
12
10
8
6
4
2
0
□ 3a. Viðvíkjandi spurningi nr. 3: Um so er, hvar?
t :Ja/Kanskaokkurt 1 :Nei/Nei,helst ikki 2:Nýti tey Imunnlig- 2: Vildi umgingisttey/ Veitlkki 3 :1miðlunum/Polit- 3a :lalmennum høpi
avteimum um máli / Kanska í Vildi ikki f eini talu iskum tjóðarligum høpi/ eigureinatvanda
heitum kjaki / Okkurt Barnabløðum/Málinum særum málið/Málið
av telmum hjá tí almenna / Røðum, er mentan okkara /
Lesarabrøvum / Fyrilestrum / Vit eiga at varð-
Skúlunum veita mállð /Tað Ijóðar
Talva 5 ikki rætt / Er ikkl reint
føroyskt
3.4.2 Spumingar um hugburð i 2008
til danismurnar, ið vórðu skrá-
settar í 2005
Listin við teimum 319 danismunum er tikin
fram aftur við Føroyskari Orðabók (Poulsen
et al., 1998) í hond. Sambært tí, ið har var at
fmna, kunnu vit siga hetta um orðini:
• 25 av orðunum eru í orðabókini merkt
'talumál',
• afturat eru 11, sum sambært orðabókini
hava aðra meining enn tann, ið var nýtt í
samrøðuni (eitt ikki ókent fyribrigdi í før-
oyskum),
• uppaftur eru 29 onnur orð úr listanum
við uttan sermerking, men har ósamsvar
er í sjálvari orðabókini.
Dømi um tílíkt ósamsvar er navnorðið vrevl,
ella vrøvl, ið ikki er við, meðan sagnorðið
vrevla er tikið við. Øvut av hesum, er navn-
orðið spekulantur tikið við, meðan sagnorðið
spekulera ikki er við (sí fylgiskjal 2a).Jógvan í
Lon Jacobsen hevur eitthvørt at siga um tílík
viðurskifti, og skal tískil bert verða víst til
frágreiðing hansara her (Jacobsen, 2004b).
í talvu 5 sæst framløga av, hvat tey 12 heim-
ildarfólkini svaraðu í 2008 uppá tríggjar
spurningar um hugburð til nýtslu av danism-
um.
Her siga 10 av 12, at listin við danismun-
um eru orð, ið tey sjálv (helst) ikki høvdu
nýtt í skrivligum málið. Eisini tey bæði fólkini,
ið eru opin fyri nýtslu, siga, at tað einans
hevði snúð seg um nøkur fá; tey fiestu orðini
høvdu tey sloppið sær undan. Tá spurt var
um hví, verður svarað umleið soleiðis:
"Tí vit í flestu førum eiga betri føroysk orð"
"Eg hevði hildið, at eg ikki hevði vandað mær
nóg væl um málið"
"Tí hetta er vánaligt / ikki reint føroyskt"
"Tí hetta eru leivdir av danismu"
Til spurningin um nýtslu av somu orðunum
í munnligum (dagliga frábrigdinum), siga hin