Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 120
118
AKRAR ELLA ACRAR
Uppmátararnir hjá generalstabinum,
sum arbeiddu har á leiðini á sumri í 1899,
hava á tað hondteknaða kortið sum kom
burturúr, skrivað Agra (!) sum navn á bygdini,
og so Agratangdjen. Áðrenn kortið kom út,
vórðu nøvnini viðgjørd á teirri serligu navna-
skrivstovuni hjá generalstabinum, og í listan-
um frá navnaviðgerðini hevur navnið á tang-
anum fingið óbundnan form og er skrivað
Akratangi, meðan bygdarnavnið er skrivað
Øgrum (Akrar). Teir siga at staðið er „udflyt-
terbygd", og síðan kemur henda málsliga við-
merking:
Akrar er Nom Plur af akur = Ager (Syderø-Maal:
aggra) og den danske Form er en (syderødialekt-
udtalt) Dativ Plur: = (í) økrum.
í 1901 kom hetta kortið út á prenti, og har
eru nøvnini sett uppá í tí formi tey høvdu
fingið við navnaviðgerðina, t.e. Øgrum (Akr-
ar) og Akratangi. Soleiðis hava nøvnini so
verið skrivaði á máliborðsbløðunum (1. útg.
1901, 2. útg. 1943), tvs. navnið er sett í sam-
band við akur, navnið á tanganum er end-
urgivið á føroyskum og bygdarnavnið í dani-
seraðum formi av tí føroyska hvørjumfals-
forminum (t.e. Øgrum, svarandi til „Økrum"
á føroyskum), sett sum høvuðsformur, men
ein føroyskur hvørfalsformur (Akrar) settur í
parantes. Listi yuir staðanøvn í Føroyum frá
1960, sum er ein „autorisatión" av føroyskum
staðanøvnum, hevur formin Akrar og sigur
tann danska formin av bygdarnavninum vera
Øgrum. í 3. útg. (1998) av máliborðsbløðun-
um er tann „danski" formurin strikaður og
bygdarnavnið skrivað Akrar (og tangin Akra-
tangi).
Tað sæst ikki um Svabo og Schrøter seta
navnið í samband við akur. Um Svabo hevði
sett tað í samband við akur, kundi tað hugs-
ast at hann (sambært síni málsligu bak-
grund) hevði skrivað Eakra-. Men tað er tó
ikki vist. Tað kann jú vera at hann bara end-
urgevur suðuroyarúttaluna so sum hann
hevur hoyrt hana, tá ið hann skrivar Agra- í
Agratengji. Men hjá teimum ið standa aftan
fyri útgávuna av generalstabskortunum, er
eingin ivi. Teir seta navnið í samband við
akur. Tí á suðuroyarmáli verður akrar (flt. av
akur) úttalað /ag:rar/.
Fornnorrønt Qgr
Navnorðið cpgr n. er sum sagt til í fornnorrøn-
um máli, eisini sum staðanavn. Sum felags-
navn (appellativ) er tað sagt at merkja 'lítil
vík, vík millum klettar, hav' (sbrt. Blóndal
Magnússon, sum endurgevur íslendska form-
in 'ógur og fornmálsformin Qgr n. 'smávogur,
vík milli kletta, haf’). Magnússon heldur ta
upprunaligu merkingina møguliga vera
'fleyglaga vik', t.e. 'lítil kílaformað vík'. Tann
endurgjørdi frumgermanski formurin skal
sambært honum hava verið *agura-, sum við
regluligari Ijóðtilgongd gevur Qgr á norrøn-
um fornmáli, og hildið verður at orðið er
skylt við acer 'hvassur’ á latíni (eisini skilt við
okkara kvennkynsorð egg).
Finnur Jónsson nevnir Ógr sum staða-
navn á ísafirði í íslandi (Jónsson, 1911-15:
1025), og sum fyrra lið í Ógrhreppr, Ógrfjing-
sókn og Ógrsbúð. í Landnámabók (1968:191-
92) er ein vík í ísafirði nevnd Ógrvík og
Ógrsvík. Vit leggja merki til at Finnur Jónsson
endurgevur nøvnini í fornmálsformum, t.e.
uttan stuðulsljóð (nýísl. Ógur).
Vit síggja í hesum dømum at í íslandi er
navnliðurin brúktur í eintali. Føroyska navnið
vísir at her hevur hann verið brúktur í fleirtali.
Tað man óivað komast av at navnið sipar til