Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 96
94
SKIFTISMÆLI f FØROYSKUM?
greinað úr øðrum samfeløgum við skiftis-
mæli.
At enda skal verða víst á, at heimildar-
fólkini tykjast siga, at tey ynskja, at H-frá-
brigdið verður nýtt og varðveitt. Við, at tey
leggja dent á, at 'gott mál’ skal verða nýtt í al-
menna rúminum (sum t.d. í skúlum, barna-
bókum, miðlum, røðum, o.s.fr.), verður nið-
urstøðan, at tey ynskja, at hetta frábrigdið
skal verða handað komandi ættarliðum.
Tøkkir
Eg eri Helga Sandøy professara á Uniuersitetet
i Bergen sera takksom fyri at hava stuðlað
mær til at skriva greinina og harafturat fyri,
at hann, aftaná at hava lisið hana ígjøgnum,
hevur sett rannsakandi spurningar til bata
fyri orðaskiftið.
Eisini eri eg Ara Pálli Kristinsson rann-
sóknardosenti og stjóra á Málræktaruiðskiftis-
stovu á Stofnun Árna Magnússonar í íslendsk-
um á Lærda Háskúla íslands takksom fyri, at
hann vendi aftur við blídligari heilsan og svari
uppá spurning um hansara meting av ís-
lendsku støðuni skiftismæli viðvíkjandi.
Marius Staksberg á Málstovu Føroya skal
hava stóra tøkk fyri, altíð at hava komið so
skjótt aftur við nágreiniligum og góðum svar-
um, tá eg havi heitt á hann um uppskot til
ymisk málfrøðilig heiti á føroyskum, ið enn
ikki vóru at fmna í teldutøku ensk-føroysku
orðabókini. At spurningurin um føroyskt
heiti fyri 'diglossia' beinanvegin varð tikin
upp í Málnevndini og viðgjørdur, gjørdi sítt
til, at eg eftir mínari hjartans sannføring
kundi nýta føroyska heitið 'skiftismæli’, held-
ur enn altjóða 'diglossia' fyri at lýsa málið.
Hanna Absalonsen hevur uppiborið
stóra tøkk fyri at vilja fara um greinina og
rætta, so at hon kemur á góðum føroyskum
máli.
Notur
1) Sí Jacobsen, 2004b), í Sandøy og Óstman, 2004:93.
2) Vísandi til privat teldubrævaskiftið 01.10.2008 við
Vár í Ólavstovu um úrslit frá kanningum hennara í
samband við Ph.D.-ritgerð, ið snýr seg um støðuna hjá
føroyska málinum í stovnaðari frálæru. (Av tí, at rit-
gerðin enn ikki vard, er hon heldur ikki tøk.)
3) Møguliga átti málsamfelagið Bangla at verið tikið við
í greiningini hjá Ferguson um samfeløg við skifitsmæli.
Víst verðurá Dil, ið undrar segá júst hetta, at Ferguson,
sum týðandi málfrøðingur við hollum kunnleika um
Bangla, ikki hevur viðgjørt hetta málsliga økið eftir
heildarreglum sínum um skiftismæli (Dil, 1986:463-
464).
4) Framhaldandi frágreiningar hjá Fishman av Tvímceli
við & uttan Diglossi og Diglossi við & uttan Tvimæli (sí
talvu í Fishman, 1971:89) skulu ikki verða viðgjørd í hesi
grein, av tí at bert í lítlan mun kann greiningin sigast at
koma málinum við í føroysku støðuni. Fyri at fyribyrgja
fløkju skal sigast, at Fishman í hesum føri nýtir tvimceli
í sera avmarkandi týdninginum "skil á báði H og L kan
sigast at vera støðan í samfelagnum sum heild."
(Fasold, 1984:40).
5) Sum áhugaverd viðraking kann skoytast uppí, at
síðsta heimildarfólkið helt, at um til ber at venda hug-
burðinum hjá teimum yngru til jaligan hugburð til at
læra seg málið væl og virðiliga, so hevði nógv verið
vunnið fyri framtíð tess.
6) Yngsti bólkurin, 12-19 ár, er ikki tikin uppf her av tí,
at tað millum tey allaryngstu um 12-14 ára aldur var
ringt at fáa greiðar meiningar fram um hesar spurn-
ingar.
7) Hetta má sigast at vera eyðsýnt. Altjóða orð (av
heimildarfólkunum ofta rópt 'latínsk' orð) høvdu størri
virðing. Hóast meirilutin segði, at vit eiga at visa varni
og velja út, er hetta kortini hugburður, sum ger, at
danismur í størri mun enn altjóðaorð verða útihýstar í
málinum, t.d. í tiðindabløðunum. Viðvíkjandi skrivum
frá tí almenna er hugburðurin, at føroysk orð skulu
veljast fram um fremmand orð, líka mikið hvat slag av
fremmandum orðum.
8) Hvør danisma, antin tað nú eru einstøk orð ella
hugtøk, er bert førd einaferð fyri hvørt heimildarfólkið,
líka mikið um sama orðið/hugtakið varð nýtt fleiri
ferðir.