Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 121
AKRAR OR AGRAR
119
meira enn eina vík. Hanna Absalonsen vil hava
hesar víkar at vera fleiri víkar við Vágsfjørð og
eystantil í Sumbiarhaganum: Ónavík,
Lopransfjørð, Víkarfjørð og Mýrarfjørð.
Spurningurin er um hetta ikki er at fara um
ánna eftir vatni, tí hví skulu hesar víkar hava
givið bygdini Økrum navn? Nei, best man vera
at halda seg á Økrum og leita har um tey
staðfrøðiligu viðurskiftini fáast at sampakka
við navnið. Og tað fæst væl at bera til.
Saklig viðurskiftir
Innan fyri Akratanga er ein lítil vík, sum teir
helst vanliga nevna Víkina. Jákup Olsen sigur
mær tó at hann minnist eldri akramenn kalla
hana Agravík og Víkina hvørt um annað.
Agravík kann kortini væl hugsast at vera
sekundert navn, avleitt av bygdarnavninum.
Hvørki navnið er kortini skrivað upp í teim-
um staðanavnauppskriftum vit hava. Uttan
fyri Akratanga er eisini ein lítil vík, nevnd
Rekavík, ella ofta í bundnum formi, Rekauíkin.
Hon er komin við í staðanavnauppskriftirnar,
og har verður viðhvørt skilt millum Vestaru
Rekavík og Uttaru Rekauík.
Eg fari at halda at tað eru hesar smáu
víkar, Víkin (Akravík?) og Rekavík (Vestara og
Uttara) sum eru grundarlag undir bygdar-
navninum. Av tí at sipað hevur verið til hesar
smávíkarnar, hevur staðanavnið upprunaliga
verið hvørkikyn fleirtal *Qgr (sum seinri
regluliga kundi verið blivið til *Øgur) í hvør-
og hvønnfalli, í hvørjumfalli Qgrum, seinri
Øgrum. Ein hvørsfalsformur skal so av fyrstan
tíð hava verið Qgra, sum seinri kundi blivið
*Øgra.
Tann føroyski navnaformurin
Spurningurin er so hvussu hvørfalsformurin
Agrar er íkomin, og somuleiðis Agra í hvørs-
falli (higartil vanliga skrivaðir Akrar og Akra).
Frágreiðingin man vera at finna í eini
tilgongd ið var væl kend í fornmáli, og sum
Oluf Rygh umrøður í Norske Gaardnavne.
Henda tilgongd vísir segá tann hátt at staða-
nøvn sum innihalda eitt hvørkikynsorð, hava
lyndi til at fáa kvennkynsform í fleirtali. Vit
hava onnur dømir í Føroyum: Staðanøvnini
Gerðar, Giljar, Glyurar, Húsar, Kliuar innihalda
hvørkikynsorðini gerði, gil, glyuur, hús, kliu
(hetta síðsta kann so eisini gerast kvennkyn).
í innganginum til NG roknar Rygh upp hópin
av tílíkum navnaformum úr norskum og ís-
lendskum: Bergar (sbr. berg), Eiðar (sbr. eið),
Grjótar (sbr. grjót), Naustar (sbr. naust), Vatn-
ar (sbr. i/atn) og mong onnur (Rygh, 1898:
12). Nøvnini verða umgjørd til kvennkyns-
formar og verða uppfataði sum kvennkyn.
Tað man vera tann sama broytingin ið er
farin fram í navninum Agrar. Staðið hevur
helst av fyrstan tíð hitið *At Qgrum, t.e. ’við
tær lítlu víkarnar'. Fleirtalsformurin <pgr kundi
við kynsskiftinum hugsast at givið hvørfals-
formin Øgrar (uppfataður sum kvennkyn).
Men her virkar analogi í bendingarskipanini.
ø í hvørjumfalli fleirtali er vanliga umljóð av
einum a í hvør- og hvønnfalli. Og harvið er
latið upp fyri teirri nýggju bendingini av
navninum: Agrar, Agrar, Øgrum, Agra. í suð-
uroyarmáli bendist kallkynsorðið akur á
sama hátt í fleirtali, og hartil er í hesi dialekt
Ijóðligt samanfall millum orðini Agrar og
akrar. Hetta kann hava stuðlað upp undir ta
analogisku broytingina og umtolkingina av
merkingini av navninum, so tað hevur verið
sett í samband við akur.
Sambært hesi tolking av bygdarnavnin-
um hevði tað verið rætt at skrivað navnið
Agrar, og tað hava summi fólk við tilknýti til
bygdina eisini gjørt.