Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 121

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 121
AKRAR OR AGRAR 119 meira enn eina vík. Hanna Absalonsen vil hava hesar víkar at vera fleiri víkar við Vágsfjørð og eystantil í Sumbiarhaganum: Ónavík, Lopransfjørð, Víkarfjørð og Mýrarfjørð. Spurningurin er um hetta ikki er at fara um ánna eftir vatni, tí hví skulu hesar víkar hava givið bygdini Økrum navn? Nei, best man vera at halda seg á Økrum og leita har um tey staðfrøðiligu viðurskiftini fáast at sampakka við navnið. Og tað fæst væl at bera til. Saklig viðurskiftir Innan fyri Akratanga er ein lítil vík, sum teir helst vanliga nevna Víkina. Jákup Olsen sigur mær tó at hann minnist eldri akramenn kalla hana Agravík og Víkina hvørt um annað. Agravík kann kortini væl hugsast at vera sekundert navn, avleitt av bygdarnavninum. Hvørki navnið er kortini skrivað upp í teim- um staðanavnauppskriftum vit hava. Uttan fyri Akratanga er eisini ein lítil vík, nevnd Rekavík, ella ofta í bundnum formi, Rekauíkin. Hon er komin við í staðanavnauppskriftirnar, og har verður viðhvørt skilt millum Vestaru Rekavík og Uttaru Rekauík. Eg fari at halda at tað eru hesar smáu víkar, Víkin (Akravík?) og Rekavík (Vestara og Uttara) sum eru grundarlag undir bygdar- navninum. Av tí at sipað hevur verið til hesar smávíkarnar, hevur staðanavnið upprunaliga verið hvørkikyn fleirtal *Qgr (sum seinri regluliga kundi verið blivið til *Øgur) í hvør- og hvønnfalli, í hvørjumfalli Qgrum, seinri Øgrum. Ein hvørsfalsformur skal so av fyrstan tíð hava verið Qgra, sum seinri kundi blivið *Øgra. Tann føroyski navnaformurin Spurningurin er so hvussu hvørfalsformurin Agrar er íkomin, og somuleiðis Agra í hvørs- falli (higartil vanliga skrivaðir Akrar og Akra). Frágreiðingin man vera at finna í eini tilgongd ið var væl kend í fornmáli, og sum Oluf Rygh umrøður í Norske Gaardnavne. Henda tilgongd vísir segá tann hátt at staða- nøvn sum innihalda eitt hvørkikynsorð, hava lyndi til at fáa kvennkynsform í fleirtali. Vit hava onnur dømir í Føroyum: Staðanøvnini Gerðar, Giljar, Glyurar, Húsar, Kliuar innihalda hvørkikynsorðini gerði, gil, glyuur, hús, kliu (hetta síðsta kann so eisini gerast kvennkyn). í innganginum til NG roknar Rygh upp hópin av tílíkum navnaformum úr norskum og ís- lendskum: Bergar (sbr. berg), Eiðar (sbr. eið), Grjótar (sbr. grjót), Naustar (sbr. naust), Vatn- ar (sbr. i/atn) og mong onnur (Rygh, 1898: 12). Nøvnini verða umgjørd til kvennkyns- formar og verða uppfataði sum kvennkyn. Tað man vera tann sama broytingin ið er farin fram í navninum Agrar. Staðið hevur helst av fyrstan tíð hitið *At Qgrum, t.e. ’við tær lítlu víkarnar'. Fleirtalsformurin <pgr kundi við kynsskiftinum hugsast at givið hvørfals- formin Øgrar (uppfataður sum kvennkyn). Men her virkar analogi í bendingarskipanini. ø í hvørjumfalli fleirtali er vanliga umljóð av einum a í hvør- og hvønnfalli. Og harvið er latið upp fyri teirri nýggju bendingini av navninum: Agrar, Agrar, Øgrum, Agra. í suð- uroyarmáli bendist kallkynsorðið akur á sama hátt í fleirtali, og hartil er í hesi dialekt Ijóðligt samanfall millum orðini Agrar og akrar. Hetta kann hava stuðlað upp undir ta analogisku broytingina og umtolkingina av merkingini av navninum, so tað hevur verið sett í samband við akur. Sambært hesi tolking av bygdarnavnin- um hevði tað verið rætt at skrivað navnið Agrar, og tað hava summi fólk við tilknýti til bygdina eisini gjørt.
Side 1
Side 2
Side 3
Side 4
Side 5
Side 6
Side 7
Side 8
Side 9
Side 10
Side 11
Side 12
Side 13
Side 14
Side 15
Side 16
Side 17
Side 18
Side 19
Side 20
Side 21
Side 22
Side 23
Side 24
Side 25
Side 26
Side 27
Side 28
Side 29
Side 30
Side 31
Side 32
Side 33
Side 34
Side 35
Side 36
Side 37
Side 38
Side 39
Side 40
Side 41
Side 42
Side 43
Side 44
Side 45
Side 46
Side 47
Side 48
Side 49
Side 50
Side 51
Side 52
Side 53
Side 54
Side 55
Side 56
Side 57
Side 58
Side 59
Side 60
Side 61
Side 62
Side 63
Side 64
Side 65
Side 66
Side 67
Side 68
Side 69
Side 70
Side 71
Side 72
Side 73
Side 74
Side 75
Side 76
Side 77
Side 78
Side 79
Side 80
Side 81
Side 82
Side 83
Side 84
Side 85
Side 86
Side 87
Side 88
Side 89
Side 90
Side 91
Side 92
Side 93
Side 94
Side 95
Side 96
Side 97
Side 98
Side 99
Side 100
Side 101
Side 102
Side 103
Side 104
Side 105
Side 106
Side 107
Side 108
Side 109
Side 110
Side 111
Side 112
Side 113
Side 114
Side 115
Side 116
Side 117
Side 118
Side 119
Side 120
Side 121
Side 122
Side 123
Side 124
Side 125
Side 126
Side 127
Side 128
Side 129
Side 130
Side 131
Side 132
Side 133
Side 134
Side 135
Side 136
Side 137
Side 138
Side 139
Side 140
Side 141
Side 142
Side 143
Side 144
Side 145
Side 146
Side 147
Side 148
Side 149
Side 150
Side 151
Side 152
Side 153
Side 154
Side 155
Side 156
Side 157
Side 158
Side 159
Side 160
Side 161
Side 162
Side 163
Side 164
Side 165
Side 166
Side 167
Side 168
Side 169
Side 170
Side 171
Side 172
Side 173
Side 174
Side 175
Side 176
Side 177
Side 178
Side 179
Side 180
Side 181
Side 182
Side 183
Side 184
Side 185
Side 186
Side 187
Side 188
Side 189
Side 190
Side 191
Side 192
Side 193
Side 194
Side 195
Side 196
Side 197
Side 198
Side 199
Side 200

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.