Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 95

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 95
DICLOSSIA IN FAROESE? 93 grein frá 1971. Hin vegin, eins og lýst verður undir 4.2 omanfyri, tykist eyðsæð fyri før- oyskt, at støðan við dagliga frábrigdinum, ið er opið fyri tøkuorðum og hugtøkum úr grannamálunum, meðan standardfrábrigdið er meir opið fyri nýggjyrðum og við girðing fyri tøkuorðum, fer at gera sítt til, at fjar- støðan millum frábrigdini fer at gerast størri. Fyri at kunna siga meir um, hvussu langt dagliga frábrigdið, við fjaldum virði, liggur frá standardfrábrigdinum, er neyðugt at gera størri kanningar, har teknað verður niður úr báði munnligari og skrivligari málnýtslu úr ymiskum høpum. Av hesum kunnu so sam- anberingar gerast við t.d. kanningarnar úr Nárpes-málinum og úr týskttalandi part- inum av Sveis, settar inn í talvur sum víst om- anfyri. 5.0 SAMANDRÁTTUROC NIÐURSTØÐA I greinini hevur verið roynt at greina føroysku málstøðuna eftir heildarreglunum hjá Fergu- son um skiftismæli sum ástøði. Lítil kanning við 12 heimildarfólkum, ið var gjørd í sam- band við hesa grein vísir, at samsvarandi við mynd, ið varð skapt av 118 heimildarfólkum til master-ritgerð hjá undirritaðu (ið vakti áhugan fyri skiftismæli), tykist pinkukanning- in at hava í sær lítlan iva um, at tey, sum tosa føroyskt eru væl tilvitað um, at móðurmálið er at finna í (minst) tveimum frábrigdum, t.v.s eitt H og eitt L-frábrigdi. Svar, ið heimildarfólkini geva, vísa, at annað frábrigdið av føroyska málinum hevur í sær orð og hugtøk, ið eru at finna í hjálagda orðalista við 319 danismum. Heimildarfólkini fingu listan tilsendan saman við spurnar- blaði. Afturat tílíkum orðatilfeingi finna vit eisini í dagliga frábrigdinum bendingar- mynstur, ið ikki eru góðtikin í standardfrá- brigdinum. Heimildarfólkini hava víst seg at vera tilvitað um, at tey í dagliga frábrigdinum nýta hetta slag av máli við 'óføroyska' orða- tilfeinginum og formum, ið ikki verða góð- tiknir í standardfrábrigdinum. Eisini eru heimildarfólkini avgjørd um, at mál, ið hevur í sær danismur er ikki 'gott mál'. Afturat hes- um vísa svarini frá heimildarfólkunum, at við síðuna av hesum dagliga L-frábrigdinum finna vit H-frábrigdið, sum tey siga seg leggja dent á undir serligum umstøðum. Skilmark- ing teirra av umstøðum, ið krevja nýtslu av nevnda H-frábrigdi er í stóran mun samsvar- andi við lýsingarnar hjá Ferguson úr teimum fýra 'fyrimyndarligu' málum hansara fyri skiftismæli. Um grundarlag er fyri at umrøða før- oyska málsamfelagið sum samfelag við skift- ismæli, kann lítið sigast um eftir so knappa kanning. Kortini tykist rætt at siga, at fjar- støðan millum føroyska standardfrábrigdið og dagliga frábrigdið er so týðilig, at tey, sum tosa føroyskt, sjálv eru tilvitað um, at móð- urmálið er at finna í tveimum frábrigdum; eitt fyri dagliga lívið og eitt annað, ið verður nýtt undir meira hátíðarligum umstøðum - sambært heimildarfólkunum sjálvum; í miðl- unum, tjóðarligum høpi, røðum, fyrilestrum, skúlanum, barnabløðum og málinum hjá tí almenna. Tey, sum tosa føroyskt, nevna kort- ini ikki frábrigdini sum ávikavíst L og H, men merkiseðlar teirra eru ávikavíst 'vánaligt mál' og 'gott mál’ ella 'gott føroyskt’. Eitt, ið tykist hava alstóran týdning er tá tað snýr seg um komandi ættarliðið og mál, og er niðurstøð- an, at sambært heimildarfólkunum eiga børnini at læra 'rætt mál’. Hesi seinastu punktini kunnu sigast at vera fullkomiliga samsvarandi við tað, ið Ferguson hevur
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148
Blaðsíða 149
Blaðsíða 150
Blaðsíða 151
Blaðsíða 152
Blaðsíða 153
Blaðsíða 154
Blaðsíða 155
Blaðsíða 156
Blaðsíða 157
Blaðsíða 158
Blaðsíða 159
Blaðsíða 160
Blaðsíða 161
Blaðsíða 162
Blaðsíða 163
Blaðsíða 164
Blaðsíða 165
Blaðsíða 166
Blaðsíða 167
Blaðsíða 168
Blaðsíða 169
Blaðsíða 170
Blaðsíða 171
Blaðsíða 172
Blaðsíða 173
Blaðsíða 174
Blaðsíða 175
Blaðsíða 176
Blaðsíða 177
Blaðsíða 178
Blaðsíða 179
Blaðsíða 180
Blaðsíða 181
Blaðsíða 182
Blaðsíða 183
Blaðsíða 184
Blaðsíða 185
Blaðsíða 186
Blaðsíða 187
Blaðsíða 188
Blaðsíða 189
Blaðsíða 190
Blaðsíða 191
Blaðsíða 192
Blaðsíða 193
Blaðsíða 194
Blaðsíða 195
Blaðsíða 196
Blaðsíða 197
Blaðsíða 198
Blaðsíða 199
Blaðsíða 200

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.