Fróðskaparrit - 01.01.2008, Side 95
DICLOSSIA IN FAROESE?
93
grein frá 1971. Hin vegin, eins og lýst verður
undir 4.2 omanfyri, tykist eyðsæð fyri før-
oyskt, at støðan við dagliga frábrigdinum, ið
er opið fyri tøkuorðum og hugtøkum úr
grannamálunum, meðan standardfrábrigdið
er meir opið fyri nýggjyrðum og við girðing
fyri tøkuorðum, fer at gera sítt til, at fjar-
støðan millum frábrigdini fer at gerast størri.
Fyri at kunna siga meir um, hvussu langt
dagliga frábrigdið, við fjaldum virði, liggur frá
standardfrábrigdinum, er neyðugt at gera
størri kanningar, har teknað verður niður úr
báði munnligari og skrivligari málnýtslu úr
ymiskum høpum. Av hesum kunnu so sam-
anberingar gerast við t.d. kanningarnar úr
Nárpes-málinum og úr týskttalandi part-
inum av Sveis, settar inn í talvur sum víst om-
anfyri.
5.0 SAMANDRÁTTUROC
NIÐURSTØÐA
I greinini hevur verið roynt at greina føroysku
málstøðuna eftir heildarreglunum hjá Fergu-
son um skiftismæli sum ástøði. Lítil kanning
við 12 heimildarfólkum, ið var gjørd í sam-
band við hesa grein vísir, at samsvarandi við
mynd, ið varð skapt av 118 heimildarfólkum
til master-ritgerð hjá undirritaðu (ið vakti
áhugan fyri skiftismæli), tykist pinkukanning-
in at hava í sær lítlan iva um, at tey, sum tosa
føroyskt eru væl tilvitað um, at móðurmálið
er at finna í (minst) tveimum frábrigdum,
t.v.s eitt H og eitt L-frábrigdi.
Svar, ið heimildarfólkini geva, vísa, at
annað frábrigdið av føroyska málinum hevur
í sær orð og hugtøk, ið eru at finna í hjálagda
orðalista við 319 danismum. Heimildarfólkini
fingu listan tilsendan saman við spurnar-
blaði. Afturat tílíkum orðatilfeingi finna vit
eisini í dagliga frábrigdinum bendingar-
mynstur, ið ikki eru góðtikin í standardfrá-
brigdinum. Heimildarfólkini hava víst seg at
vera tilvitað um, at tey í dagliga frábrigdinum
nýta hetta slag av máli við 'óføroyska' orða-
tilfeinginum og formum, ið ikki verða góð-
tiknir í standardfrábrigdinum. Eisini eru
heimildarfólkini avgjørd um, at mál, ið hevur
í sær danismur er ikki 'gott mál'. Afturat hes-
um vísa svarini frá heimildarfólkunum, at við
síðuna av hesum dagliga L-frábrigdinum
finna vit H-frábrigdið, sum tey siga seg leggja
dent á undir serligum umstøðum. Skilmark-
ing teirra av umstøðum, ið krevja nýtslu av
nevnda H-frábrigdi er í stóran mun samsvar-
andi við lýsingarnar hjá Ferguson úr teimum
fýra 'fyrimyndarligu' málum hansara fyri
skiftismæli.
Um grundarlag er fyri at umrøða før-
oyska málsamfelagið sum samfelag við skift-
ismæli, kann lítið sigast um eftir so knappa
kanning. Kortini tykist rætt at siga, at fjar-
støðan millum føroyska standardfrábrigdið
og dagliga frábrigdið er so týðilig, at tey, sum
tosa føroyskt, sjálv eru tilvitað um, at móð-
urmálið er at finna í tveimum frábrigdum;
eitt fyri dagliga lívið og eitt annað, ið verður
nýtt undir meira hátíðarligum umstøðum -
sambært heimildarfólkunum sjálvum; í miðl-
unum, tjóðarligum høpi, røðum, fyrilestrum,
skúlanum, barnabløðum og málinum hjá tí
almenna. Tey, sum tosa føroyskt, nevna kort-
ini ikki frábrigdini sum ávikavíst L og H, men
merkiseðlar teirra eru ávikavíst 'vánaligt mál'
og 'gott mál’ ella 'gott føroyskt’. Eitt, ið tykist
hava alstóran týdning er tá tað snýr seg um
komandi ættarliðið og mál, og er niðurstøð-
an, at sambært heimildarfólkunum eiga
børnini at læra 'rætt mál’. Hesi seinastu
punktini kunnu sigast at vera fullkomiliga
samsvarandi við tað, ið Ferguson hevur