Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 96

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Page 96
94 SKIFTISMÆLI f FØROYSKUM? greinað úr øðrum samfeløgum við skiftis- mæli. At enda skal verða víst á, at heimildar- fólkini tykjast siga, at tey ynskja, at H-frá- brigdið verður nýtt og varðveitt. Við, at tey leggja dent á, at 'gott mál’ skal verða nýtt í al- menna rúminum (sum t.d. í skúlum, barna- bókum, miðlum, røðum, o.s.fr.), verður nið- urstøðan, at tey ynskja, at hetta frábrigdið skal verða handað komandi ættarliðum. Tøkkir Eg eri Helga Sandøy professara á Uniuersitetet i Bergen sera takksom fyri at hava stuðlað mær til at skriva greinina og harafturat fyri, at hann, aftaná at hava lisið hana ígjøgnum, hevur sett rannsakandi spurningar til bata fyri orðaskiftið. Eisini eri eg Ara Pálli Kristinsson rann- sóknardosenti og stjóra á Málræktaruiðskiftis- stovu á Stofnun Árna Magnússonar í íslendsk- um á Lærda Háskúla íslands takksom fyri, at hann vendi aftur við blídligari heilsan og svari uppá spurning um hansara meting av ís- lendsku støðuni skiftismæli viðvíkjandi. Marius Staksberg á Málstovu Føroya skal hava stóra tøkk fyri, altíð at hava komið so skjótt aftur við nágreiniligum og góðum svar- um, tá eg havi heitt á hann um uppskot til ymisk málfrøðilig heiti á føroyskum, ið enn ikki vóru at fmna í teldutøku ensk-føroysku orðabókini. At spurningurin um føroyskt heiti fyri 'diglossia' beinanvegin varð tikin upp í Málnevndini og viðgjørdur, gjørdi sítt til, at eg eftir mínari hjartans sannføring kundi nýta føroyska heitið 'skiftismæli’, held- ur enn altjóða 'diglossia' fyri at lýsa málið. Hanna Absalonsen hevur uppiborið stóra tøkk fyri at vilja fara um greinina og rætta, so at hon kemur á góðum føroyskum máli. Notur 1) Sí Jacobsen, 2004b), í Sandøy og Óstman, 2004:93. 2) Vísandi til privat teldubrævaskiftið 01.10.2008 við Vár í Ólavstovu um úrslit frá kanningum hennara í samband við Ph.D.-ritgerð, ið snýr seg um støðuna hjá føroyska málinum í stovnaðari frálæru. (Av tí, at rit- gerðin enn ikki vard, er hon heldur ikki tøk.) 3) Møguliga átti málsamfelagið Bangla at verið tikið við í greiningini hjá Ferguson um samfeløg við skifitsmæli. Víst verðurá Dil, ið undrar segá júst hetta, at Ferguson, sum týðandi málfrøðingur við hollum kunnleika um Bangla, ikki hevur viðgjørt hetta málsliga økið eftir heildarreglum sínum um skiftismæli (Dil, 1986:463- 464). 4) Framhaldandi frágreiningar hjá Fishman av Tvímceli við & uttan Diglossi og Diglossi við & uttan Tvimæli (sí talvu í Fishman, 1971:89) skulu ikki verða viðgjørd í hesi grein, av tí at bert í lítlan mun kann greiningin sigast at koma málinum við í føroysku støðuni. Fyri at fyribyrgja fløkju skal sigast, at Fishman í hesum føri nýtir tvimceli í sera avmarkandi týdninginum "skil á báði H og L kan sigast at vera støðan í samfelagnum sum heild." (Fasold, 1984:40). 5) Sum áhugaverd viðraking kann skoytast uppí, at síðsta heimildarfólkið helt, at um til ber at venda hug- burðinum hjá teimum yngru til jaligan hugburð til at læra seg málið væl og virðiliga, so hevði nógv verið vunnið fyri framtíð tess. 6) Yngsti bólkurin, 12-19 ár, er ikki tikin uppf her av tí, at tað millum tey allaryngstu um 12-14 ára aldur var ringt at fáa greiðar meiningar fram um hesar spurn- ingar. 7) Hetta má sigast at vera eyðsýnt. Altjóða orð (av heimildarfólkunum ofta rópt 'latínsk' orð) høvdu størri virðing. Hóast meirilutin segði, at vit eiga at visa varni og velja út, er hetta kortini hugburður, sum ger, at danismur í størri mun enn altjóðaorð verða útihýstar í málinum, t.d. í tiðindabløðunum. Viðvíkjandi skrivum frá tí almenna er hugburðurin, at føroysk orð skulu veljast fram um fremmand orð, líka mikið hvat slag av fremmandum orðum. 8) Hvør danisma, antin tað nú eru einstøk orð ella hugtøk, er bert førd einaferð fyri hvørt heimildarfólkið, líka mikið um sama orðið/hugtakið varð nýtt fleiri ferðir.
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122
Page 123
Page 124
Page 125
Page 126
Page 127
Page 128
Page 129
Page 130
Page 131
Page 132
Page 133
Page 134
Page 135
Page 136
Page 137
Page 138
Page 139
Page 140
Page 141
Page 142
Page 143
Page 144
Page 145
Page 146
Page 147
Page 148
Page 149
Page 150
Page 151
Page 152
Page 153
Page 154
Page 155
Page 156
Page 157
Page 158
Page 159
Page 160
Page 161
Page 162
Page 163
Page 164
Page 165
Page 166
Page 167
Page 168
Page 169
Page 170
Page 171
Page 172
Page 173
Page 174
Page 175
Page 176
Page 177
Page 178
Page 179
Page 180
Page 181
Page 182
Page 183
Page 184
Page 185
Page 186
Page 187
Page 188
Page 189
Page 190
Page 191
Page 192
Page 193
Page 194
Page 195
Page 196
Page 197
Page 198
Page 199
Page 200

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.