Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 143

Fróðskaparrit - 01.01.2008, Blaðsíða 143
THREE BALLADS BY JENS HENDRIK DJURHUUS 141 Eirikur til eina trupla støðu, tí tá Gunnvør rættir honum drykkjusteypið, tekur hann um hondina á henni og gevur Fróða kongi eykanavnið fæmildi, tann gávumildi og spyr í sama viðfangi, um hann kann fáa tað, sum hann hevur í hondini, afturfyri navnagávuna. Fróði kongur játtar, tí hann heldur, Eirikur meinar drykkjusteypið. Eirikur setur Gunn- vør í fangið á sær og sigur: Qvát tikjir Tár um tan man Sum vi tá fista Skua, Vi list fólur ui Barmenun, So sterkan Alskevs lua. - Tá rodnaje tan unga Modj, u leisroiv Se vi lempa, Attur um Kong Frevvas Steul, Burt frá tu Norsko Kjempo. ør. 59-60 Síðani fara teir at kjakast um, hvat tað er, hann skal fáa, drykkjuhornið ella gentuna. Eirikur letur, sum um hann bara vildi hava hondina á Gunnvør, og ger seg til at høgga hana av henni. Tá játtar Fróði, og Eirikur festir Gunnvør. Snildir og tungusnild sum hetta eru tað, sum Eirikur er kendur fyri í søguni hjá Saxo; soleiðis vinnur hann tey flestu stríð, hann kemur í, hóast hann kortini onkuntíð eisini má berjast kropsliga. Gongdin í tilburðinum við Gunnvør samsvarar við søguna hjá Saxo, men Jens Flendrik hevur flutt hann fram í gongdini. í søguni kemur hann ikki fyri fyrr enn beint fyri seinasta bardagan við Vestmarssynir. Jens Flendrik hevur sett tilburðin rættiliga frammarlaga, tí soleiðis fær hann víst kong sum ein rættan vert, ið bjóðar norsku gest- unum drekka, og hann fær tey bæði, Gunn- vør og Eirik, at møtast. Tískil kann annað endamálið við ferðini hjá Eiriki verða framt beinanvegin. Áðrenn Eirikur og Rollar kunnu geva seg í tænastu hjá Fróða, mugu fyrst onnur form- lig viðurskifti avgreiðast. Gestir plaga at bera kongi gávur, og til at taka móti teimum hevur kongur tilnevnt Grip. Á veg til kongs- garðin hevur Eirikur tikið eitt íspetti og ballað tað inn í klæði síni. Fletta er gávan, hann rættir Gripi, men ber soleiðis í bandi, at tað tykist sum Gripur missir hana í eldin. Eirikur ákærir Grip fyri at hava forkomið gávuni, sum hann sigur er ein „adilsteinur" (ør. 75), og krevur, at hann verður revsaður. Kaldi sigur, at tað er lóg, at tann, sum ger slíkt, skal heingjast. Gripur verður bangin, drotningin Flánunda (Saxo: Flarmunde/Hanunde) legg- ur uppí og biður teir ikki gera meira burtur úr hesum. Men Eirikur stendur við sítt og avdúkar, at Hánunda er kongi ótrúgv við Gripi. Tá ger Gripur seg til at leypa á Eirik, men Rollar er kvikari og fellir Grip. í søguni hjá Saxo er raðfylgjan nakað øðrvísi. Kaldi er skattmeistari hjá kongi og skal taka ímóti gávum frá gestum. Sum lógin sigur, verður hann hongdur fyri at hava forkomið gávuni frá Eiriki og Rollari. Hjá Saxo er síðani ein orðadráttur millum Fróða kong og Eirik, har Eirikur prógvar sína tungusnild og fær ein gullring av arminum á kongi afturfyri. Tá biður kongur Eirik siga sær, hvat hann og Gripur tosaðu um, tá ið teir møttust beint eftir at Eirikur var komin í land. Tann samrøðan er ikki nevnd í kvæðinum, sum í staðin letur Eirik siga kongi frá ótrúskapinum hjá drotningini við Gripi, meðan tey kjakast um, hvørt skattmeistarin skal revsast. Kongur verður sum vera man illa við av boðunum um ótrúskapin:
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148
Blaðsíða 149
Blaðsíða 150
Blaðsíða 151
Blaðsíða 152
Blaðsíða 153
Blaðsíða 154
Blaðsíða 155
Blaðsíða 156
Blaðsíða 157
Blaðsíða 158
Blaðsíða 159
Blaðsíða 160
Blaðsíða 161
Blaðsíða 162
Blaðsíða 163
Blaðsíða 164
Blaðsíða 165
Blaðsíða 166
Blaðsíða 167
Blaðsíða 168
Blaðsíða 169
Blaðsíða 170
Blaðsíða 171
Blaðsíða 172
Blaðsíða 173
Blaðsíða 174
Blaðsíða 175
Blaðsíða 176
Blaðsíða 177
Blaðsíða 178
Blaðsíða 179
Blaðsíða 180
Blaðsíða 181
Blaðsíða 182
Blaðsíða 183
Blaðsíða 184
Blaðsíða 185
Blaðsíða 186
Blaðsíða 187
Blaðsíða 188
Blaðsíða 189
Blaðsíða 190
Blaðsíða 191
Blaðsíða 192
Blaðsíða 193
Blaðsíða 194
Blaðsíða 195
Blaðsíða 196
Blaðsíða 197
Blaðsíða 198
Blaðsíða 199
Blaðsíða 200

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.