Fróðskaparrit - 01.01.2008, Síða 119
AKRAR OR ACRAR
117
er samandrigið til A Øgrunum, sum so „i de
omkringliggende bygder er blevet omtydet
til á Økrum" (Djurhuus, 1960:144 f.).
í eini grein í heiðursriti til undirritaða
tekur Hanna Absalonsen navnið Akrar til við-
gerðar og skjýtur har upp at seta tað í sam-
band við eitt gamalt norrønt orð, nevniliga
hvørkikynsorðið ggr (Absalonsen, 2002, tik-
ið upp aftur í Absalonsen, 2003). Eisini hevur
Jákup Olsen, fyrrv. lærari í Vági (slektaður av
Økrum), ført henda tolkingarmøguleika
fram, munnliga og í bløðum. Hanna Absa-
lonsen metir um hvussu broytingin í navn-
inum frá norrønum til nútíðarføroyskt kann
hava farið fram, og harumframt hvussu
navnið samsvarar við natúrviðurskiftini.
Hetta skulu vit venda aftur til. Jákup Olsen
hevur sagt mær at hann fekk hugskotið til
navnatolkingina einaferð hann sá eitt líkn-
andi navn á einum gomlum íslandskorti í
Vágs skúla afturi í 60’unum, og merkingina
av orðinum fann hann í eini gamlari orðabók.
Hann prátaði ofta við starvsfelagan Jákup
Berg, sum vildi hava hann at skriva um hetta,
men tað varð tó av ongum.
í útgangsstøðinum hugsi eg at hugskotið
er rætt, men eg fari í hesi grein at gera nakrar
viðmerkingar til ta málsligu greiningina av
navninum og somuleiðis til tey sakligu (to-
pografisku) viðurskiftini ið kunnu hugsast at
liggja til grund fyri navninum.
Eldri heimildir um navnið
Skrivligar heimildir um navnið tykjast at
ganga aftur í 18. øld. Á føroyakortinum hjá
Rasmus Juel frá 1709-10 (Nørlund, 1944,
talva 13) stendur navnið Agre, men tað er
sett skeivumegin Lopransfjørð, uppi á landi
har sum Núpur er. Og hetta er helst atvoldin
til at navnið eisini er komið upp á eitt ónavn-
givið kort frá 18. øld (Nørlund, 1944, talva
20), eisini her sett oman fyri Núp, men nú í
forminum Ager. Hetta kundi sætt út sum
royndir at endurgeva tað føroyska orðið akur
á donskum.
J. Chr. Svabo nevnir ikki Akrar, men hann
nevnir Akratanga, tá ið hann tekur til at „l
Lobra seer man Tegn til Bøe ligesaa sønden
for Agratengji; som skal være nedlagt for
Vinds Skyld" (Svabo, 1959: 365). Helst sipar
hann til Ærgibyrgi (Ergibyrgi) tá ið hann um-
talar „Bøe" og niðurlagda búseting sunnan
fyri Akratanga. Har síggjast fleiri toftir, og
staðið man vera gamalt ærgi, sum navnið
eisini sigur.
í eini staðfrøðiligari lýsing sum J. H.
Schrøter prestur hevur skrivað (prentað í
Weyhe, 2007), og sum er til í handriti í savn-
inum hjá Kongliga danska Fornritafelagnum
í Keypmannahavn, nevnir hann Akratanga
og Akrar á henda hátt:
Agra Tengji, hvorved er anlagt en Bye 1814, som nu
kaldes efter en Eeneboelig i Oldtiden, som der
fandtes Spor til, á Ogrum. Ogsaa i Bugten Lobbra
sees Spor til Dyrkning og fordums Huus Tofter, dog
kun 2 a 3 Boeliger.
Lýsingin hjá Schrøter er gjørd í sambandi við
føroyakortið, sum fylgdi við føroyingasøgu-
útgávuni hjá C. C. Rafn (1832), men navnið
Akrar kom ikki við á kortið, kanska tí pláss
ikki hevur verið fyri tí. Tað er heldur ikki við
á kortinum sum Born kapteynur teknaði í
1791. Men løgið er tað at hann á sjónum
stutt norðan fyri Akraberg, út fyri Lambafles,
hevur skrivað Øgrund. Tað er ilt at siga hvat
býr undir hesum navnaformi, men tað kundi
verið hvørjumfalsformurin Øgrum, sum er
komin at standa á skeivum stað (og kanska
er hugskotið um „øðugrunn" ikki heilt nýtt?).