Málfregnir - 01.12.2001, Blaðsíða 46
samskiftismálið millum borgaran og tað
almenna. Yvirstattin var donsk, t.d. em-
bætismenninir. Nýggjyrðini hjá Jakob
Jakobsen finnast innan mong 0ki. Hann
gjdrdi eitt nú orð sum bókasavn, gongu-
stjórna, halastjórna, fastastjórna, kollvelt-
ing, Ijósprenting, lœrdur háskúli, málfpri,
siglingatfrpði, skjalasavn, trúboðari, trúbót
o.s.fr. Mong av hesum orðum hevur Jakob-
sen fingið íblástur til úr íslendskum (Larsen
1993). Tað, ið er felags fyri Jakobsen og
Rasmussen er, at teir endumýggjaðu orð-
feingið, komu við uppskotum um nýggj orð
og gjprdu sjálvir nýggj orð (Rasmussen
tykist tó ikki at vera so íðin puristur í byrj-
anini), men munurin teirra millum er, at
Rasmussen gjprdi tað innan eitt ávíst 0ki við
tí endamáli at evna til tað neyðuga orða-
tilfarið innan eitt ávíst yrkis0ki, meðan
Jakobsen gj0rdi nýggjyrði í almannamál-
inum.
Siðvenjan at mynda yrkisorð hevur hildið
fram síðan tá, og f0royingar hava gjprt orð
innan mong ymisk 0ki, t.d. yrkisorð innan
postdkið, almenna fyrisiting, alisfr0ði,
l0gfr0ði, teld, bókmentir, málfr0ði, góðsku-
stýring og góðskutrygging, st0ddfr0ði,
radiotpkni, marknaðarfpring o.o.
Eg vendi nú aftur til ráðstevnuritið frá
Gentofte-fundinum í 1998, har ið soleiðis
verður greitt frá um yrkisorðaarbeiði í F0r-
oyum:
Det kræver tid, kundskaber, og ikke mindst
kreativitet at udfpre terminologiarbejde efter
den tradition, man har fulgt pá FærOerne,
nemlig at danne aflpsningsord af inden-
landsk materiale.
Her síggja vit sama hugburð til yrkisorða-
fr0ði sum ávíst omanfyri, nevnliga at yrkis-
orðafr0ði er partur av tí yvirskipaða al-
menna málpolitikkinum í Fproyum. Tað
verður ikki sagt eitt orð um, at fakið eisini
inniheldur eina aðra dimensjón: yrkisorð
sum samskiftisamboð. Her verður ikki sagt
nakað um tær strategiir, sum annars hava
46
týdning, tá ið talan snýr seg um yrkisorða-
frpði sum normerandi yrkisgrein innan eitt
yrkispki.
Sigurður Jónsson viðger í eini grein (Sig-
urður Jónsson 1990), um kravið til nýggj-
yrði er ein forðan fyri dygdargóðum yrkis-
orðaarbeiði í Islandi. Hansara svar er eitt
treytaleyst ja: tann stranga málreinsingar-
stevnan, sum verður útint í Islandi hevur
virkað forðandi fyri eini vælvirkandi
íslendskari yrkisorðafrpði. Hann sigur
(Sigurður Jónsson 1990:211) soleiðis:
man har kort och gott inte varit klar över
behovet av terminologiskt arbete eftersom
man har en láng tradition av neologismer
efter normer som mánga tycker har varit
nyttiga och i fullt samsvar med den rádande
sprákpolitiken. För tennerna behöver man
inte anvánda nágra importerade metoder
eftersom de endast ráknas som en del av det
almanna ordförrádet liksom alla andra ord
och dárför kunna följa samma lager som
dessa.
Og so sigur Sigurður, at so leingi íslend-
ingar hava hesa áskoðan á yrkisorðafrdði,
fáa teir ikki ta fatan, at yrkisorðafr0ðin
hevur annan t0rv á serst0kum orðfeingi,
sum fylgir 0ðrum reglum enn teimum, sum
eru galdandi fyri almannamálið annars.
Hann heldur sostatt, at tað er rætt, at íslend-
ingar gevast at líta at yrkisorðafr0ði út frá
tjóðskaparligum og málreinsingarligum
sjónarhomi, júst tí at endamálið við hesum
báðum greinum er grundleggjandi ymiskt
og tí illa kann sameinast undir einum felags
yvirskipaðum íslendskum málpolitikki.
I Fproyum hava vit ikki hildið, at neyðugt
er at geva yrkisorðafrpðini aðrar treytir enn
tær, sum galda fyri almannamálið. Yrkis-
orðafrpðingar hava sjálvandi havt samband
við tey ymsu fakini, tá ið yrksiorðalistar
hava verið gjprdir, men tað hevur yvirhpvur
verið soleiðis, at tey málsligu atlitini hava
vigað tyngri enn tey reint yrkisligu. T.e. at
yrkisorðini hava verið gjórd eftir sama
j