Málfregnir - 01.12.2001, Blaðsíða 50

Málfregnir - 01.12.2001, Blaðsíða 50
Teldorðalistin í tí f0royska teldorðalistanum (Poulsen 1990) kemur fram sami hugburður til ný- gerðir í yrkismálinum, sum vit sóu hjá radioamatórunum. I teldorðalistanum verða tvey nýggj yrkisorð lýst: Annað er yrkis- orðið telda (computer) og hitt er yrkisorðið kervi (system). Fari at endurgeva tað, sum sagt verður um orðini telda og kervi. Telda computer Orðið telda varð til um miðjan januar 1984. Stovnurin í orðinum er tal, valdur við tí í huga, at enska orðið computer í uppruna sínum er ‘roknari’, t.e. ein, ið viðger t0l. At so mangt annað seinni er komið uppí her, er annar spumingur. Av tí at avleitt orð varð hildið at vera fittligari enn samansett (sum t.d. dátutól, ið aldri fekk undirtpku millum manna) varð leitað eftir hóskandi avleiðslu- ending. Komið varð fram á germanska eftir- festið iþo, ið sum tíðir liðu misti bæði sjálv- ljóðini. Eftir var hjáljóðið, sum í nútíðarmáli kemur til sjóndar sum -ð, -d og -t alt eftir, hvussu grannaljóðini eru háttað. Tó hevur horvna i-ið tað við sær, at tað virkar á sjálv- ljóðið í orðrótini, so at tað fær ta broyting, ið nevnist i-umljóð, um tað er so skapt, at tað tekur við. Skoytt upp í orðið tal verður nevnda avleiðsluending -d, og við i-umljóði verður úrtpkan teld. Tað varð valt at vera sjálvt virkið hjá hesum snilda tóli, tað, sum á enskum, donskum og svenskum í styttum líki eitur edp, edb og adb, og á fproyskum hevur verið nevnt edv. Til navn á tólinum sjálvum varð so funnið fram til hitt viðförligara veikt benda kvennkynsorðið telda. Eisini varð hugsað um einsljóðandi sagnorð at telda, sum kundi merkt ‘at viðgera við teldu’. Kervi system Hetta er dpmi um gamalt arvorð, ið hevur fingið nýggja merking á seg. Nýmerkingin man vera eftir íslendskari fyrimynd. Kcrvi var bundi av stpri, ið er grovvaksið grasslag, sum teir hpvdu til seyðbond og flættaðu tægur (kurvar) av. Tílíkt stprkervi er til skjals á fom- minnissavninum. Av tí at ffummerkingin í grikska orðinum systtema er eitthvprt, ið er samansett, hevur tað hildið vera hóskandi at týða tað við hesum sn0gga og lættfpra orðin- um kervi, ið er eitthvprt, ið er samanbundið. Ttl er eisini frá gamlari tíð sagnorðið at kerva, ið merkir at ‘binda kervi’. Tað er sjálvandi at nýta fyri hitt fremmanda at ‘systematisere’. Orðið kervisbundin býður sær eisini til í merkingini ‘systematisk’. Bjami Niclasen mundi vera fyrstur við nýmerkingini f orðinum sólkervi (Rúmdin 1961, bls. 3), og landsverkfipðing- urin hevur leingi nýtt orðið vegakervi. Tað fyrra er ein nýgerð við st0ði í rótini í orðinum tal við iþo-avleiðslu og við i-um- ljóði, t.e. at ein fer aftur til tað upprunaliga innihaldið í tpkuorðinum, orðsins etymologi og ger út frá tí eitt fproyskt yrkisorð. Orðið telda er sostatt ein nýgerð, ein avleiðsla (sbr. 2. háttur omanfyri). Orðið kervi harafturímóti er eitt gamalt orð við nýggjari merking (sbr. 3. háttur omanfyri). Men fyri mær er hesin spumingur átrokandi í hesum samanhangi: Hví verður so stórur dentur lagdur á júst hesi bæði yrkisorðini í einum nýmótans foroysk- um teldorðalista? Hvat er endamálið við tí? Jú, fyri mær er tað púra greitt: tað er at rætt- vísgera ta leksikalsku purismuna í yrkis- orðafrpði, t.e at hesi bæði orð eru partur av próvfprsluni fyri málsligari purismu í yrkis- orðasamanhangi! Hetta em tvey domi um, at yrkisorðafrpði og aimannamálrpkt em tvær síður av somu S0k í f0royskum. Tilvísingar Ari Páll Kristinsson, Sigrún Helgadóttir, Sigurður Jónsson. 1991. Leiðbeiningar fyrir orðanefndir. Islensk málstöð, Reykjavík. Jacobsen, Elin Súsanna. 1999. Færpsk ter- minologiarbejde. Terminologi och sprák- várd. Rapport frán en konferans den 24- 26 april 1998 i Gentofte. Birgitta Lind- gren ritstj. S. 64-65. 50

x

Málfregnir

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Málfregnir
https://timarit.is/publication/1146

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.