Málfregnir - 01.12.2001, Blaðsíða 44

Málfregnir - 01.12.2001, Blaðsíða 44
gerð. Men hóast vit ongar yrkisorðanevndir hava, so hava vit kortini ikki so fáar yrkis- orðalistar. Tey elstu fóroysku yrkisorðini innan geo- metri Rasmus Rasmussen (1871-1962) hevur skrivað eitt handrit ætlað til undirvísingar- brúk í st0ddfr0ði. Tilfarið varð gj0rt til nýtslu á F0roya Fólkaháskúla, men var ongantíð útgivið. (Takk skal Guðrun Gaard, abbadóttir Rasmus, hava fyri at geva mær loyvi at síggja hesi hefti.) Tað eru trý hefti, sum snúgva seg um geometri. Tað elsta av teimum er dagfest á Askov h0jskole 1897- 1898. Rasmus gekk tá á Askov. Hetta heftið umfatar uppgávur í geometri og er skrivað á donskum. Hini bæði heftini eru dagfest í Fproyum, ávikavist í Klaksvík 1/11 1899 og i Fpgrulíð 8/12 1901 (staðið har Háskúlin helt til). Háskúlin byrjaði sítt virksemi í 1899, so Rasmus hevur lagt stóran dent á at fáa fproyskt tilfar longu frá byrjan. Nakað av tí, sum eyðkennir yrkisorðagerðimar í hesum heftum er, at tann leksikalska puris- man er heilt einfalt ikki til staðar. Hann tekur í staðin donsk orð við danskari stav- seting og fproyskum bendingarendingum. Dpmini eru óteljandi. Vit kunnu nevna npk- ur av teimum vanligastu: cirkul (m.), diametur (m.), digonalur (m.), explement- vinkul (m.), figurur (m.), geometri (f.), komplimentvinkul (m.), kongruentur (adj.), parallellar linjur (f. pl.), periferi (f.), polygon (f.?, her nevnir hann eisini ný- gerðina fleirkantur), radius (ivaleyst. m., pl.: radiar), segment (n.), sektor (m.), supple- mentvinkul (m.), symmetri, symmetriskur (adj.), tangentur (m.), vinkul (m.) o.s.fr. Sum vit síggja nýtir hann í flestu f0rum tpkuorðið, sum hann kennir úr donskum og skrivar tey á f0royskum, bendir tey og gevur teimum kyn. Her er sostatt talan um orto- grafiska og morfologiska purismu. Fyri lleiri av hesum orðum eru nýggj fproysk orð komin í staðin síðani. D0mi um fonologiska purismu hava vit t.d. í plánur (m., da. plari) og grád (f., da. grad). Ein av teimum fáu nýgerðunum er orðið slóð (Rasmussen skriver sló/slóg) um eitt punkt, sum kann flytast onkun veg og fleirkantur, sum nevnt omanfyri. Rasmussen sigur einki um sín hugburð til purismuna, men um vit skulu tora at generalisera út frá yrkisorðunum í heftun- um, so kunnu vit stundum síggja rættingar av puristiskum slag. T.d. eru her og har sett inn npkur f0roysk orð, har ið tey tilsvarandi donsku eru útstrikað (hesi orð eru skrivað við einum 0ðrum liti): forbindast > sam- bindast', forbindilsis > sambands', for- bindilsislinjunum > sambandslinjununv, for- longist > verður longd', man sigur > tað sigst; útstrekning > vídd. Plantunpvnini hjá Rasmusi Rasmussen Teir elstu f0roysku yrkisorðalistamir stava - sum bent er á omanfyri - frá aldamótinum 1800-1900. Tí má siðurin at gera yrkisorð sigast at vera lutfalsliga gamal í F0royum. Rasmus Rasmussen gj0rdi eisini hesi yrkisorð og gav tey út í 1910. Tað er ein lærubók í plantulæru. Hesin maður var ein av teimum stóru mentamonnunum í f0r- oyskum andslívi í 1800- og 1900-árunum. Hetta verk er eitt stórarbeiði hjá einum hugsjónarligum undangongumanni, og av- rikið er sera gott. Tá ið yrkisorðafrpði í Norðurlondum verður havd í huga, var Rasmus skjótur við sínum yrkisorðum, og harumframt kom bókin út stutt eftir, at tann nýggja fproyska stavsetingin av álvara var tikin í nýtslu. Skipanin í bólkur er neyv og sera væl gjógnumarbeidd. Hann býtir 0kið sundur í ein stigskipaðan bygnað við bólkum og undirbólkum, seks til samans. Allar plantur kunnu setast inn í henda bygnað. Tað eg veit, verður hon enn nýtt: Planta *—fylki*—flokkur*—hópur*—ætt*— slekt <— slag. 44

x

Málfregnir

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Málfregnir
https://timarit.is/publication/1146

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.