Málfregnir - 01.12.2001, Blaðsíða 49

Málfregnir - 01.12.2001, Blaðsíða 49
Tey f0roysku og donsku yrkisorðini sýna stóran mun á sjálvari orðagerðini, her eru stórir munir í hugburðinum millum f0r- oysku og donsku heitini: Tey donsku yrkis- orðini eru í flestu f0rum altjóðaorð, t.e. ensk orð stundum stavað eins á donskum og enskum, meðan tey fóroysku yrkisorðini eru orð og avleiðslur gjórd á heimligari grund. Tað er bara orðið k0ber í tí danska listanum, sum hevur norðurlendskan uppruna. Tey fproysku yrkisorðini Ari Páll Kristinsson o.o. (1991) vísa á fýra ymsar hættir, sum kunnu nýtast til at víðka tað íslendska orðatilfeingið: 1. samansetingar 2. avleiðslur 3. gamalt orð við nýggjari merking 4. t0kuorðið verður atlagað Hesir fyra hættir galda eisini fyri f0royskar nýgerðir. Tann vanligasti er samansetingar- hátturin; sum oftast er talan um týðingarlán ella merkingarlán. Men bæði íslendskt og fproyskt hava harumframt stórar móguleikar fyri avleiðslum við ymiskum gomlum for- skoytum og eftirskoytum; hátturin at geva gomlum orðum nýggja merking verður eisini nýttur í rættiliga stóran mun. Tann fjórði hátt- urin við atlaging av tokuorði er ein neyðloysn bæði í f0royskum og íslendskum, t.e. seinasti háttur, ið tikið verður til, tá ið allar aðrar dyr eru stongdar. Tað liggur soleiðis ein raðfesting í teirri nevndu raðfylgju, sum bæði geldur fyri íslendska og f0royska yrkisorðagerð. Yrkis- orðini í góðskustýringarorðalistanum, sum nevndur er omanfyri vísir, at tey donsku yrkis- orðini næstan uttan undantak eru atlagingar, t.e. 4. háttur. Danskir yrkisorðafroðingar halda - í hvussu er innan læknavísindini -, at hybridmyndanir er tann besti hátturin at gera yrkisorð, tí tey hava lættast at verða góðtikin og koma tí lættast í nýtslu og eru samstundis tey mest lívf0ru. Ein slík hybridsamanseting hevur vanliga eitt tpkuorð ella orðlut við donskum eftirskoyti. Tann hátturin, sum í F0royum og íslandi verður hildin at vera ringasta loysnin, verður í Danmark fatað sum tann besti. Her sæst eisini tann stóri munur í hugburði til málreinsing annars. Almannamál og yrkismál Til ber at gera eitt yvirlit yvir tað, sum er eyðkent fyri ávikavist almannamálið og yrkismálið (eftir Myking 1993): endamál sjónarmið virðissett málhugsjón máláskoðan almannamalið yrkismál málrpkt fakekstemt mentan málreinsing socioling- vistisk samskifti fakintemt tpkni altjóðaorð instrumental- istisk Seta vit nú radioamatórorðalistan inn í hetta skemað, kunnu vit staðfesta, at endamálið er samskifti, men málbúnin er puristiskur, t.e. at teir gera tpknilig yrkisorð við st0ði í mál- reinsingini. Sostatt nýta teir almennmálsligar strategiir til fakmálslig yrkisorð. Um nú orðalistin bara galt samskifti, kundu teir eins væl varðveitt tey fremmandu yrkisorðini, men úrslitið hevði verið hybridmyndanir, og tað er ikki tað, teir vilja. Yrkisorð innan radioamat0ryrkið eru sjálvsagt innan tpkni, men málideologiin er puristisk og ikki altjóðaorð; endamálið við listanum er at hava eitt amboð, sum ger tað mpguligt at sam- skifta innan hetta 0kið. Her síggja vit sostatt purismuna í yrkisorðafrpðiligari aktión! Eg skilji væl, at ein letur yrkismálið gerast part av tí sama almenna puristiska mál- politikkinum, sum umfatar almannamálið, tí ein stórur partur av yrkismálinum hoyrir eisini til almannamálið. Ein stórur partur av orðunum verður „avtemiinologiseraður" sum frá líður og kemur inn í almannamálið, og tá verður tað tmpult at verja tann so nógv pðrvísi hugburðin til yrkisorð enn tann, sum er galdandi fyri almannamálið. Og ein liberalari hugburður til yrkisorð kann sum frá líður eisini undirgrava tann puristiska hug- burðin til tað almenna orðfeingið. 49

x

Málfregnir

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Málfregnir
https://timarit.is/publication/1146

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.