Málfregnir - 01.12.2001, Page 49
Tey f0roysku og donsku yrkisorðini sýna
stóran mun á sjálvari orðagerðini, her eru
stórir munir í hugburðinum millum f0r-
oysku og donsku heitini: Tey donsku yrkis-
orðini eru í flestu f0rum altjóðaorð, t.e. ensk
orð stundum stavað eins á donskum og
enskum, meðan tey fóroysku yrkisorðini eru
orð og avleiðslur gjórd á heimligari grund.
Tað er bara orðið k0ber í tí danska listanum,
sum hevur norðurlendskan uppruna.
Tey fproysku yrkisorðini
Ari Páll Kristinsson o.o. (1991) vísa á fýra
ymsar hættir, sum kunnu nýtast til at víðka
tað íslendska orðatilfeingið:
1. samansetingar
2. avleiðslur
3. gamalt orð við nýggjari merking
4. t0kuorðið verður atlagað
Hesir fyra hættir galda eisini fyri f0royskar
nýgerðir. Tann vanligasti er samansetingar-
hátturin; sum oftast er talan um týðingarlán
ella merkingarlán. Men bæði íslendskt og
fproyskt hava harumframt stórar móguleikar
fyri avleiðslum við ymiskum gomlum for-
skoytum og eftirskoytum; hátturin at geva
gomlum orðum nýggja merking verður eisini
nýttur í rættiliga stóran mun. Tann fjórði hátt-
urin við atlaging av tokuorði er ein neyðloysn
bæði í f0royskum og íslendskum, t.e. seinasti
háttur, ið tikið verður til, tá ið allar aðrar dyr
eru stongdar. Tað liggur soleiðis ein raðfesting
í teirri nevndu raðfylgju, sum bæði geldur fyri
íslendska og f0royska yrkisorðagerð. Yrkis-
orðini í góðskustýringarorðalistanum, sum
nevndur er omanfyri vísir, at tey donsku yrkis-
orðini næstan uttan undantak eru atlagingar,
t.e. 4. háttur. Danskir yrkisorðafroðingar halda
- í hvussu er innan læknavísindini -, at
hybridmyndanir er tann besti hátturin at gera
yrkisorð, tí tey hava lættast at verða góðtikin
og koma tí lættast í nýtslu og eru samstundis
tey mest lívf0ru. Ein slík hybridsamanseting
hevur vanliga eitt tpkuorð ella orðlut við
donskum eftirskoyti. Tann hátturin, sum í
F0royum og íslandi verður hildin at vera
ringasta loysnin, verður í Danmark fatað sum
tann besti. Her sæst eisini tann stóri munur í
hugburði til málreinsing annars.
Almannamál og yrkismál
Til ber at gera eitt yvirlit yvir tað, sum er
eyðkent fyri ávikavist almannamálið og
yrkismálið (eftir Myking 1993):
endamál
sjónarmið
virðissett
málhugsjón
máláskoðan
almannamalið yrkismál
málrpkt
fakekstemt
mentan
málreinsing
socioling-
vistisk
samskifti
fakintemt
tpkni
altjóðaorð
instrumental-
istisk
Seta vit nú radioamatórorðalistan inn í hetta
skemað, kunnu vit staðfesta, at endamálið er
samskifti, men málbúnin er puristiskur, t.e. at
teir gera tpknilig yrkisorð við st0ði í mál-
reinsingini. Sostatt nýta teir almennmálsligar
strategiir til fakmálslig yrkisorð. Um nú
orðalistin bara galt samskifti, kundu teir eins
væl varðveitt tey fremmandu yrkisorðini,
men úrslitið hevði verið hybridmyndanir, og
tað er ikki tað, teir vilja. Yrkisorð innan
radioamat0ryrkið eru sjálvsagt innan tpkni,
men málideologiin er puristisk og ikki
altjóðaorð; endamálið við listanum er at hava
eitt amboð, sum ger tað mpguligt at sam-
skifta innan hetta 0kið. Her síggja vit sostatt
purismuna í yrkisorðafrpðiligari aktión!
Eg skilji væl, at ein letur yrkismálið gerast
part av tí sama almenna puristiska mál-
politikkinum, sum umfatar almannamálið, tí
ein stórur partur av yrkismálinum hoyrir
eisini til almannamálið. Ein stórur partur av
orðunum verður „avtemiinologiseraður" sum
frá líður og kemur inn í almannamálið, og tá
verður tað tmpult at verja tann so nógv
pðrvísi hugburðin til yrkisorð enn tann, sum
er galdandi fyri almannamálið. Og ein
liberalari hugburður til yrkisorð kann sum frá
líður eisini undirgrava tann puristiska hug-
burðin til tað almenna orðfeingið.
49