Málfregnir - 01.12.2001, Page 44
gerð. Men hóast vit ongar yrkisorðanevndir
hava, so hava vit kortini ikki so fáar yrkis-
orðalistar.
Tey elstu fóroysku yrkisorðini innan geo-
metri
Rasmus Rasmussen (1871-1962) hevur
skrivað eitt handrit ætlað til undirvísingar-
brúk í st0ddfr0ði. Tilfarið varð gj0rt til
nýtslu á F0roya Fólkaháskúla, men var
ongantíð útgivið. (Takk skal Guðrun Gaard,
abbadóttir Rasmus, hava fyri at geva mær
loyvi at síggja hesi hefti.) Tað eru trý hefti,
sum snúgva seg um geometri. Tað elsta av
teimum er dagfest á Askov h0jskole 1897-
1898. Rasmus gekk tá á Askov. Hetta heftið
umfatar uppgávur í geometri og er skrivað á
donskum. Hini bæði heftini eru dagfest í
Fproyum, ávikavist í Klaksvík 1/11 1899 og
i Fpgrulíð 8/12 1901 (staðið har Háskúlin
helt til). Háskúlin byrjaði sítt virksemi í
1899, so Rasmus hevur lagt stóran dent á at
fáa fproyskt tilfar longu frá byrjan. Nakað
av tí, sum eyðkennir yrkisorðagerðimar í
hesum heftum er, at tann leksikalska puris-
man er heilt einfalt ikki til staðar. Hann
tekur í staðin donsk orð við danskari stav-
seting og fproyskum bendingarendingum.
Dpmini eru óteljandi. Vit kunnu nevna npk-
ur av teimum vanligastu: cirkul (m.),
diametur (m.), digonalur (m.), explement-
vinkul (m.), figurur (m.), geometri (f.),
komplimentvinkul (m.), kongruentur (adj.),
parallellar linjur (f. pl.), periferi (f.),
polygon (f.?, her nevnir hann eisini ný-
gerðina fleirkantur), radius (ivaleyst. m., pl.:
radiar), segment (n.), sektor (m.), supple-
mentvinkul (m.), symmetri, symmetriskur
(adj.), tangentur (m.), vinkul (m.) o.s.fr.
Sum vit síggja nýtir hann í flestu f0rum
tpkuorðið, sum hann kennir úr donskum og
skrivar tey á f0royskum, bendir tey og gevur
teimum kyn. Her er sostatt talan um orto-
grafiska og morfologiska purismu. Fyri
lleiri av hesum orðum eru nýggj fproysk orð
komin í staðin síðani. D0mi um fonologiska
purismu hava vit t.d. í plánur (m., da. plari)
og grád (f., da. grad). Ein av teimum fáu
nýgerðunum er orðið slóð (Rasmussen
skriver sló/slóg) um eitt punkt, sum kann
flytast onkun veg og fleirkantur, sum nevnt
omanfyri.
Rasmussen sigur einki um sín hugburð til
purismuna, men um vit skulu tora at
generalisera út frá yrkisorðunum í heftun-
um, so kunnu vit stundum síggja rættingar
av puristiskum slag. T.d. eru her og har sett
inn npkur f0roysk orð, har ið tey tilsvarandi
donsku eru útstrikað (hesi orð eru skrivað
við einum 0ðrum liti): forbindast > sam-
bindast', forbindilsis > sambands', for-
bindilsislinjunum > sambandslinjununv, for-
longist > verður longd', man sigur > tað
sigst; útstrekning > vídd.
Plantunpvnini hjá Rasmusi Rasmussen
Teir elstu f0roysku yrkisorðalistamir stava -
sum bent er á omanfyri - frá aldamótinum
1800-1900. Tí má siðurin at gera yrkisorð
sigast at vera lutfalsliga gamal í F0royum.
Rasmus Rasmussen gj0rdi eisini hesi
yrkisorð og gav tey út í 1910. Tað er ein
lærubók í plantulæru. Hesin maður var ein
av teimum stóru mentamonnunum í f0r-
oyskum andslívi í 1800- og 1900-árunum.
Hetta verk er eitt stórarbeiði hjá einum
hugsjónarligum undangongumanni, og av-
rikið er sera gott. Tá ið yrkisorðafrpði í
Norðurlondum verður havd í huga, var
Rasmus skjótur við sínum yrkisorðum, og
harumframt kom bókin út stutt eftir, at tann
nýggja fproyska stavsetingin av álvara var
tikin í nýtslu. Skipanin í bólkur er neyv og
sera væl gjógnumarbeidd. Hann býtir 0kið
sundur í ein stigskipaðan bygnað við
bólkum og undirbólkum, seks til samans.
Allar plantur kunnu setast inn í henda
bygnað. Tað eg veit, verður hon enn nýtt:
Planta *—fylki*—flokkur*—hópur*—ætt*— slekt
<— slag.
44