Málfregnir - 01.12.2001, Side 50
Teldorðalistin
í tí f0royska teldorðalistanum (Poulsen
1990) kemur fram sami hugburður til ný-
gerðir í yrkismálinum, sum vit sóu hjá
radioamatórunum. I teldorðalistanum verða
tvey nýggj yrkisorð lýst: Annað er yrkis-
orðið telda (computer) og hitt er yrkisorðið
kervi (system). Fari at endurgeva tað, sum
sagt verður um orðini telda og kervi.
Telda computer
Orðið telda varð til um miðjan januar 1984.
Stovnurin í orðinum er tal, valdur við tí í
huga, at enska orðið computer í uppruna
sínum er ‘roknari’, t.e. ein, ið viðger t0l. At
so mangt annað seinni er komið uppí her, er
annar spumingur. Av tí at avleitt orð varð
hildið at vera fittligari enn samansett (sum
t.d. dátutól, ið aldri fekk undirtpku millum
manna) varð leitað eftir hóskandi avleiðslu-
ending. Komið varð fram á germanska eftir-
festið iþo, ið sum tíðir liðu misti bæði sjálv-
ljóðini. Eftir var hjáljóðið, sum í nútíðarmáli
kemur til sjóndar sum -ð, -d og -t alt eftir,
hvussu grannaljóðini eru háttað. Tó hevur
horvna i-ið tað við sær, at tað virkar á sjálv-
ljóðið í orðrótini, so at tað fær ta broyting, ið
nevnist i-umljóð, um tað er so skapt, at tað
tekur við. Skoytt upp í orðið tal verður
nevnda avleiðsluending -d, og við i-umljóði
verður úrtpkan teld. Tað varð valt at vera
sjálvt virkið hjá hesum snilda tóli, tað, sum á
enskum, donskum og svenskum í styttum líki
eitur edp, edb og adb, og á fproyskum hevur
verið nevnt edv. Til navn á tólinum sjálvum
varð so funnið fram til hitt viðförligara veikt
benda kvennkynsorðið telda. Eisini varð
hugsað um einsljóðandi sagnorð at telda,
sum kundi merkt ‘at viðgera við teldu’.
Kervi system
Hetta er dpmi um gamalt arvorð, ið hevur
fingið nýggja merking á seg. Nýmerkingin
man vera eftir íslendskari fyrimynd. Kcrvi var
bundi av stpri, ið er grovvaksið grasslag, sum
teir hpvdu til seyðbond og flættaðu tægur
(kurvar) av. Tílíkt stprkervi er til skjals á fom-
minnissavninum. Av tí at ffummerkingin í
grikska orðinum systtema er eitthvprt, ið er
samansett, hevur tað hildið vera hóskandi at
týða tað við hesum sn0gga og lættfpra orðin-
um kervi, ið er eitthvprt, ið er samanbundið. Ttl
er eisini frá gamlari tíð sagnorðið at kerva, ið
merkir at ‘binda kervi’. Tað er sjálvandi at nýta
fyri hitt fremmanda at ‘systematisere’. Orðið
kervisbundin býður sær eisini til í merkingini
‘systematisk’. Bjami Niclasen mundi vera
fyrstur við nýmerkingini f orðinum sólkervi
(Rúmdin 1961, bls. 3), og landsverkfipðing-
urin hevur leingi nýtt orðið vegakervi.
Tað fyrra er ein nýgerð við st0ði í rótini í
orðinum tal við iþo-avleiðslu og við i-um-
ljóði, t.e. at ein fer aftur til tað upprunaliga
innihaldið í tpkuorðinum, orðsins etymologi
og ger út frá tí eitt fproyskt yrkisorð. Orðið
telda er sostatt ein nýgerð, ein avleiðsla (sbr.
2. háttur omanfyri). Orðið kervi harafturímóti
er eitt gamalt orð við nýggjari merking (sbr.
3. háttur omanfyri). Men fyri mær er hesin
spumingur átrokandi í hesum samanhangi:
Hví verður so stórur dentur lagdur á júst hesi
bæði yrkisorðini í einum nýmótans foroysk-
um teldorðalista? Hvat er endamálið við tí?
Jú, fyri mær er tað púra greitt: tað er at rætt-
vísgera ta leksikalsku purismuna í yrkis-
orðafrpði, t.e at hesi bæði orð eru partur av
próvfprsluni fyri málsligari purismu í yrkis-
orðasamanhangi! Hetta em tvey domi um, at
yrkisorðafrpði og aimannamálrpkt em tvær
síður av somu S0k í f0royskum.
Tilvísingar
Ari Páll Kristinsson, Sigrún Helgadóttir,
Sigurður Jónsson. 1991. Leiðbeiningar
fyrir orðanefndir. Islensk málstöð,
Reykjavík.
Jacobsen, Elin Súsanna. 1999. Færpsk ter-
minologiarbejde. Terminologi och sprák-
várd. Rapport frán en konferans den 24-
26 april 1998 i Gentofte. Birgitta Lind-
gren ritstj. S. 64-65.
50