Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 37
Um nalvalopið hjá pinkubornum
43
ollum bólkum tíðari nalvalop, og munurin verður storri
kynjanna millum, smærri bórnini eru.
í 1. talvu sæst eisini skilliga, at minni bornini vega,
tíðari fáa tey nalvalop. T. d. hóvdu av bórnum, sum tá tey
vóru borin í heim rukku ikki 2500 g, tey 36,2 % nalvalop,
men einans 14,8 % av bðrnunum, sum vógu millum 4000
og 4500 g. Minni bórn vega, tá tey koma úr móðurlívi,
meiri óbúgvin eru tey vanliga, og tí er kanska einki at
undrast á, at tey eisini í hesum fóri eru meiri veik. Hvðrt
tað er errholdið, ið veikari verður, nalvaókið, sum ólið-
ugt er, ella kanska búkurin, sum er trengri uppá seg, er
enn illt at siga. Heldur meiri torskilt er tað, hví tey tyngstu
bórnini aftur tykjast at hava heldur stórri lyndi til at fáa
nalvalop enn meðalbórnini. Men ikki er tað ókunnigt, at
hesi bórn eisini í aðrar mátar eru ringari útborin.
Nevnt var í erva, at summir halda seg hava funnið
samband millum árstíðina, barnið er borið í heim, og lyndið
til at fáa nalvalop. Hetta er nú kannað í 2. talvu, har bórn-
ini umframt eru skipað sundur í flokkarnar yvir og undir
3000 g (8 bórn, har burðartyngdin var ikki kend, detta
burtur úr). Úrslitið er fyri óll bðrn tilsamans sett upp í
1. mynđ. Haðani sæst, at nakað ásýnt og regluligt samband
ikki tykist at vera. Var ikki hóvdin í juli, so hevði kanska
— hóast munirnir eru smáir — borið til at sagt, at bórn
borin í heim frá november til januar oftast fingu nalva-
lop, og at hesi tarmalop líðandi minkaðu hjá bórnum, borin
í heim út á vári og á sumri. Men júst hóvđin í juli og lægdin
í september gera, at tað er lítið hugsandi, at nakað reglu-
ligt samband við árstíðina er til. Hugsa vit okkum, at Bi-
vings (1933) hevur grein í sínum máli, at tað er tíðliga í
fosturlívinum, at ílegan sprottin av árstíðini festir seg, er
illt at gita, hví bórn, borin í heim í juli meiri vanligt hava
nalvalop enn bórn borin í heim í september. T. d. eru
bórnini frá september gitin í december og hava liva teir
fyrstu fosturmánaðarnar á miðvetri, meðan bðrnini frá
januar—februar eru gitin í apríl—mei og so statt hava