Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 37

Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 37
Um nalvalopið hjá pinkubornum 43 ollum bólkum tíðari nalvalop, og munurin verður storri kynjanna millum, smærri bórnini eru. í 1. talvu sæst eisini skilliga, at minni bornini vega, tíðari fáa tey nalvalop. T. d. hóvdu av bórnum, sum tá tey vóru borin í heim rukku ikki 2500 g, tey 36,2 % nalvalop, men einans 14,8 % av bðrnunum, sum vógu millum 4000 og 4500 g. Minni bórn vega, tá tey koma úr móðurlívi, meiri óbúgvin eru tey vanliga, og tí er kanska einki at undrast á, at tey eisini í hesum fóri eru meiri veik. Hvðrt tað er errholdið, ið veikari verður, nalvaókið, sum ólið- ugt er, ella kanska búkurin, sum er trengri uppá seg, er enn illt at siga. Heldur meiri torskilt er tað, hví tey tyngstu bórnini aftur tykjast at hava heldur stórri lyndi til at fáa nalvalop enn meðalbórnini. Men ikki er tað ókunnigt, at hesi bórn eisini í aðrar mátar eru ringari útborin. Nevnt var í erva, at summir halda seg hava funnið samband millum árstíðina, barnið er borið í heim, og lyndið til at fáa nalvalop. Hetta er nú kannað í 2. talvu, har bórn- ini umframt eru skipað sundur í flokkarnar yvir og undir 3000 g (8 bórn, har burðartyngdin var ikki kend, detta burtur úr). Úrslitið er fyri óll bðrn tilsamans sett upp í 1. mynđ. Haðani sæst, at nakað ásýnt og regluligt samband ikki tykist at vera. Var ikki hóvdin í juli, so hevði kanska — hóast munirnir eru smáir — borið til at sagt, at bórn borin í heim frá november til januar oftast fingu nalva- lop, og at hesi tarmalop líðandi minkaðu hjá bórnum, borin í heim út á vári og á sumri. Men júst hóvđin í juli og lægdin í september gera, at tað er lítið hugsandi, at nakað reglu- ligt samband við árstíðina er til. Hugsa vit okkum, at Bi- vings (1933) hevur grein í sínum máli, at tað er tíðliga í fosturlívinum, at ílegan sprottin av árstíðini festir seg, er illt at gita, hví bórn, borin í heim í juli meiri vanligt hava nalvalop enn bórn borin í heim í september. T. d. eru bórnini frá september gitin í december og hava liva teir fyrstu fosturmánaðarnar á miðvetri, meðan bðrnini frá januar—februar eru gitin í apríl—mei og so statt hava
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.