Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 76
82
Eitt sindur um tuberklasmittuna
kalla altíð tí starvandi læknanum at greiða træðrirnar og
finna smittuberan. í teim storru bygdunum, og har tættari
er bygt, er ofta ilt at loysa spurningarnar, og læknin sokir
sær tá hjálp frá tuberklastoðini til at greiða tuberklastoðuna.
Stoðin fremur so pirking í umdominum, og um einar tveir
dagar er fingið úrslit: færri ella fleiri tuberkulinvend, sum
eftir bústað sínum í tuberklaskránni vísa á fótafar smittu-
berans. Hetta er vanliga nóg mikið til at finna fram á smittu-
beran. Av og á kemst tó ikki á mál við hesum einfoldu og
skjótu rannsóknum, hóast ein, við leiðbeiningum úr tu-
berklaskránni, leitar eftir smittuberanum í tí tuberkulin-
positiva flokkinum av fólkinum, og í hesum flokki fyrst og
fremst gevur gætur eftir teimum tuberkulinvendu frá 2 sein-
astu árunum og fólkum við gomlum at vísa seg lektum tu-
berklasjúkum. So verður farið undir rontgenrannsókn av
positiva flokkinum, ein rannsókn, sum altíð hevur fort á
mál. Til hetta endamál hevur tuberklastoðin eitt rontgen-
ferðatól, sum gongur við einfaldum bensinmotori, at nýta
har sum einki ravmagn er; hetta tólið kann so nýtast allar
staðir, enntá á fjarSkotnastu stóðum. Bert einans ferð í teim-
um 20 árum, sum stóðin hevur starvað, hevur hetta rann-
sóknarlag svikið, og rannsóknin eydnaðist ikki til fullnaðar.
Hetta var í Fuglafirði við tá o. u. 900 fólkum í 253 húsum.
Her var óvanliga lítil áhugi fyri rannsóknunum, og tað
eydnaðist ikki at fáa óll tey positivu kannað. Ivaleyst var
miseydna uppií, tí óll vóru kannað í bygdini uttan 20, uttan
at smittuberin,, sum leitað varð eftir, varð funnin. Hetta
mundi vera tí, át smittuberin hevur vitað um sjúkuna-hjá sær
og hevur viljað sloppið sær undan rannsókn, og hetta hevur
eydnast honum. Til at fullfíggja tuberklastóðuna, hava,
einar tveir mánaðar aftaná lokna umstóðurannsókn, vanliga
verið gjórdar nýggjar pirkingar við teimum tuberkulin-nega-
tivu á rannsóknarstaðnum. Ætlanin við hesum hevur verið
at leita eftir nýggjum tuberkulinvendum, sum — tó at
smittuberin eftir fyrstu rannsókn regluliga er fluttur úr
bygdini — kunnu vera smittað av hesum smittubera, men