Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 76

Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 76
82 Eitt sindur um tuberklasmittuna kalla altíð tí starvandi læknanum at greiða træðrirnar og finna smittuberan. í teim storru bygdunum, og har tættari er bygt, er ofta ilt at loysa spurningarnar, og læknin sokir sær tá hjálp frá tuberklastoðini til at greiða tuberklastoðuna. Stoðin fremur so pirking í umdominum, og um einar tveir dagar er fingið úrslit: færri ella fleiri tuberkulinvend, sum eftir bústað sínum í tuberklaskránni vísa á fótafar smittu- berans. Hetta er vanliga nóg mikið til at finna fram á smittu- beran. Av og á kemst tó ikki á mál við hesum einfoldu og skjótu rannsóknum, hóast ein, við leiðbeiningum úr tu- berklaskránni, leitar eftir smittuberanum í tí tuberkulin- positiva flokkinum av fólkinum, og í hesum flokki fyrst og fremst gevur gætur eftir teimum tuberkulinvendu frá 2 sein- astu árunum og fólkum við gomlum at vísa seg lektum tu- berklasjúkum. So verður farið undir rontgenrannsókn av positiva flokkinum, ein rannsókn, sum altíð hevur fort á mál. Til hetta endamál hevur tuberklastoðin eitt rontgen- ferðatól, sum gongur við einfaldum bensinmotori, at nýta har sum einki ravmagn er; hetta tólið kann so nýtast allar staðir, enntá á fjarSkotnastu stóðum. Bert einans ferð í teim- um 20 árum, sum stóðin hevur starvað, hevur hetta rann- sóknarlag svikið, og rannsóknin eydnaðist ikki til fullnaðar. Hetta var í Fuglafirði við tá o. u. 900 fólkum í 253 húsum. Her var óvanliga lítil áhugi fyri rannsóknunum, og tað eydnaðist ikki at fáa óll tey positivu kannað. Ivaleyst var miseydna uppií, tí óll vóru kannað í bygdini uttan 20, uttan at smittuberin,, sum leitað varð eftir, varð funnin. Hetta mundi vera tí, át smittuberin hevur vitað um sjúkuna-hjá sær og hevur viljað sloppið sær undan rannsókn, og hetta hevur eydnast honum. Til at fullfíggja tuberklastóðuna, hava, einar tveir mánaðar aftaná lokna umstóðurannsókn, vanliga verið gjórdar nýggjar pirkingar við teimum tuberkulin-nega- tivu á rannsóknarstaðnum. Ætlanin við hesum hevur verið at leita eftir nýggjum tuberkulinvendum, sum — tó at smittuberin eftir fyrstu rannsókn regluliga er fluttur úr bygdini — kunnu vera smittað av hesum smittubera, men
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96
Síða 97
Síða 98
Síða 99
Síða 100
Síða 101
Síða 102
Síða 103
Síða 104
Síða 105
Síða 106
Síða 107
Síða 108
Síða 109
Síða 110
Síða 111
Síða 112
Síða 113
Síða 114
Síða 115
Síða 116
Síða 117
Síða 118
Síða 119
Síða 120
Síða 121
Síða 122

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.