Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 118

Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 118
124 Eplaálurin tað tóktist okkum lítið trúligt, tí hesar báðar vóru — eftir tí, vit hóvdu fingið at vita -— ikki úr eplajórð, Vit fóru tí undir — í samarbeiði við Jóannes Rasmussen, jarðfróðing — at kanna henda spurning á kanningarstovu hansara her í Tórshavn. Til hetta brúk tóku vit nýggjar jarðaravtókur heima á Sandi úr somu veltum, sum tær ið niður fóru. Og í hesum avtókum funnu vit undir sjóneykuni órgrynnu av rótála-hylkjum. Hervið er so sannspurt, at henda sjúka er komin til Sands, og at hon er víða hvar í sandjórðini har. ALMENT UM EPLAÁLIN Eplaálurin hoyrir til rundmaðkarnar (Nematoda), eitt maðkaslag, ið er at finna víða um í náttúruni. Fleiri slóg av hesum liva í dýrum, eitt nú trikin og barnaormur í menniskjanum. Onnur slðg liva frítt í vatni og eta smá- verur ella eru saprozoar. Aftur onnur slóg liva á plant- um, bæði innaní og uttaná blóðum, slokkum ella rótum, har teir gera ymissan skaða og eru á mangan hátt vinnu- lívinum at meini. Eplaálurin er ein rótálur, eitt serligt slag, av ættini Heterodera Schachti, ið einans livir á tí plantuættini, ið epli og tomat eru av. Tá ið hesin maðkur kemur úr egginum, er hann skap- aður sum ein álur. Hann sókir sær beinan vegin fram at einum róttrevli á eplaplantuni og borar seg inn gjógnum húðina, leggur seg við frið at súgva fóði og vaksa. Hann er tá bert um 0,36 mm langur, og bæði kynini hava somu útsjónd. Um eina tíð, tá ið ungarnir hava skift ham tvær reisur, fer munur at síggjast á kall- og kvenndýri, tí aftur- endin á kvenndýrinum tekur at breiðka. Tá ið kalldýrið hevur ligið og vaksið eina tíð, heldur tað uppat at taka fóði til sín, fellur í dvala nakrar dagar, og kitinhúðin losnar uttan um tað, men dettur ikki av. Innaní hesum kitinskinn- inum liggur tann ungi álurin einar tríggjar ferðir saman- ringdur og veksur seg liðugan. Síðani skrædnar kitinbjálvin,
Page 1
Page 2
Page 3
Page 4
Page 5
Page 6
Page 7
Page 8
Page 9
Page 10
Page 11
Page 12
Page 13
Page 14
Page 15
Page 16
Page 17
Page 18
Page 19
Page 20
Page 21
Page 22
Page 23
Page 24
Page 25
Page 26
Page 27
Page 28
Page 29
Page 30
Page 31
Page 32
Page 33
Page 34
Page 35
Page 36
Page 37
Page 38
Page 39
Page 40
Page 41
Page 42
Page 43
Page 44
Page 45
Page 46
Page 47
Page 48
Page 49
Page 50
Page 51
Page 52
Page 53
Page 54
Page 55
Page 56
Page 57
Page 58
Page 59
Page 60
Page 61
Page 62
Page 63
Page 64
Page 65
Page 66
Page 67
Page 68
Page 69
Page 70
Page 71
Page 72
Page 73
Page 74
Page 75
Page 76
Page 77
Page 78
Page 79
Page 80
Page 81
Page 82
Page 83
Page 84
Page 85
Page 86
Page 87
Page 88
Page 89
Page 90
Page 91
Page 92
Page 93
Page 94
Page 95
Page 96
Page 97
Page 98
Page 99
Page 100
Page 101
Page 102
Page 103
Page 104
Page 105
Page 106
Page 107
Page 108
Page 109
Page 110
Page 111
Page 112
Page 113
Page 114
Page 115
Page 116
Page 117
Page 118
Page 119
Page 120
Page 121
Page 122

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.