Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 118
124
Eplaálurin
tað tóktist okkum lítið trúligt, tí hesar báðar vóru — eftir
tí, vit hóvdu fingið at vita -— ikki úr eplajórð, Vit fóru tí
undir — í samarbeiði við Jóannes Rasmussen, jarðfróðing
— at kanna henda spurning á kanningarstovu hansara her
í Tórshavn. Til hetta brúk tóku vit nýggjar jarðaravtókur
heima á Sandi úr somu veltum, sum tær ið niður fóru.
Og í hesum avtókum funnu vit undir sjóneykuni órgrynnu
av rótála-hylkjum. Hervið er so sannspurt, at henda sjúka
er komin til Sands, og at hon er víða hvar í sandjórðini har.
ALMENT UM EPLAÁLIN
Eplaálurin hoyrir til rundmaðkarnar (Nematoda),
eitt maðkaslag, ið er at finna víða um í náttúruni. Fleiri
slóg av hesum liva í dýrum, eitt nú trikin og barnaormur
í menniskjanum. Onnur slðg liva frítt í vatni og eta smá-
verur ella eru saprozoar. Aftur onnur slóg liva á plant-
um, bæði innaní og uttaná blóðum, slokkum ella rótum,
har teir gera ymissan skaða og eru á mangan hátt vinnu-
lívinum at meini. Eplaálurin er ein rótálur, eitt serligt
slag, av ættini Heterodera Schachti, ið einans livir á tí
plantuættini, ið epli og tomat eru av.
Tá ið hesin maðkur kemur úr egginum, er hann skap-
aður sum ein álur. Hann sókir sær beinan vegin fram at
einum róttrevli á eplaplantuni og borar seg inn gjógnum
húðina, leggur seg við frið at súgva fóði og vaksa. Hann
er tá bert um 0,36 mm langur, og bæði kynini hava somu
útsjónd. Um eina tíð, tá ið ungarnir hava skift ham tvær
reisur, fer munur at síggjast á kall- og kvenndýri, tí aftur-
endin á kvenndýrinum tekur at breiðka. Tá ið kalldýrið
hevur ligið og vaksið eina tíð, heldur tað uppat at taka fóði
til sín, fellur í dvala nakrar dagar, og kitinhúðin losnar
uttan um tað, men dettur ikki av. Innaní hesum kitinskinn-
inum liggur tann ungi álurin einar tríggjar ferðir saman-
ringdur og veksur seg liðugan. Síðani skrædnar kitinbjálvin,