Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 121
Eplaálurin
127
til fyrisætið Leinan vegin. Maðurin kemur tá undir vissar
treytir, hann skal halda, sum miðja ímóti, at forða smitt-
uni í at breiða seg. Hann má t. d. ikki velta epli meir enn
triðja hvort ár í stykkinum; hann má ikki goyma epli í
moldini, hann má einki plantutilfar selja uttan undir ásett-
um treytum, og kommunan í síni heild má ikki útflyta
setepli. Um sovorðin jórð verður seld, skal keypari verða
gjórdur varur við, at eplaálur er í moldini. í millumlanda-
handli verður í óllum vesturheimi kravd váttan fyri, at
epli eru frí fyri álin, áðrenn tey sleppa inn um landamark.
Smittan verður breidd frá stað til stað við mold, ið
hongur uppi á plantutilfari, amboðum, dýrum og menn-
iskjum og sjálvandi eisini við jórð, ið verður flutt av vatni
og vindi.
FYRIBILS RÁÐ
Tað er sum frásagt sannspurt, at higar er komin ein
sjúka, eplaálurin, sum búgvin er at beina fyri eplagróðini,
har velt verður ár um ár í sama stykki.
Tað ræður tí um:
1) Har sjúkan er komin at hava epli hægst triðja hvórt
ár í sama stykki. Sjúkan verður ikki burtur fyri tí;
men tá verður hon so mikið tálmað, at skaðin verður
ikki stórur.
2) At ansa eftir ikki at flyta smittu á annan bó í bygdini
ella til aðrar bygdir.
3) At fyrst og fremst bygdir við sandjórð eru varnar við
innfluttningi av seteplum, bæði innanoyggja og uttan-
oyggja. Tað er hættisligari at keypa ella taka ímóti
gávupakkum við plantutilfari í frá smáurtagórðum
uttanoyggja enn at keypa setepli, ið ganga í vanligum
handli.
Tað var — sum áður nevnt — í samband við hesa
sjúku rátt fólki til at nýta svávulsúrt ammoniakk til sand-