Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 3
Kirkjubøur, Velbastaður og Tórshavn
9
í gjøllari rannsókn av ritgerð Marwicks gevur Magnus
Olsen í Maal og minne bls. 116 f. Marwick (og Ólafi
Lárussyni) fullt viðhald. Hann leggur dent á tann roynda
lut, at hvørki Kirkjuból ella Kirkjubólstaðr eru til í Noregi.
Har afturímóti eru einir tíggju Helgibólstaðir og ein Ve=
bólsstaðr, sum óivað allir vísa aftur í heidna tíð. Hesi
viðurskifti styðja Ólaf Lárusson og Marwick munandi í
prógvførslu teirra um at hesi nøvn eru avgomul,
Um elstu søgu Kirkjubíggjar í Føroyum vita vit ógvu*
liga lítið. Tá ið Føroyar um ár 1100 fingu biskup fyri seg,
festi hann búgv í Kirkjubø, har seinni var farið undir dóms
kirkjuna, sum aldrin var gjørd liðug. Hví valdi bispurin
hetta pláss fram um onnur? Ein orsøkin kann hava verið,
at kristnin longu hevði so fastar røtur har, at tað hevur
verið ein fyrimunur, at bispasetrið kom at vera har. Eru
hesar áðurnevndu áskoðanir um aldurin á nøvnunum
Kirkjuból, Kirkjubólstaðr og Kirkjubær í Orknoyum og
íslandi beinar, ber til at halda og eigur at vera hildið, eis*
ini hvat Føroyum viðvíkur, at Kirkjubøur er eitt gamalt
navn, eitt minni um tíðina, tá kristnin kom til landið, at
navnið við øðrum orðum er einasti farvegur eftir viður^
skiftum í Føroyum lík tí, ið sagt er um Ásolf ella Ketil
in fíflska.
So statt ber til at spyrja: Var tað bert av tilvild at
kristnin kyknaði upp á hesum plássi, ella kann tað hava
verið okkurt serskilt, sum kom at vera avgerandi fyri hetta?
Hugsandi er, at rannsókn á næstu grannabygd Kirkju*
bíggjar, Velbastað, ið liggur somumegin á oynni bert 5 km
í útnyrðing, kann greiða henda spurning.
Velbastaður er einasta føroyska bygdanavn, sum hevur
endingina =staður. Navnið verður skrivað 1584 Valbøsted,
Valbysted, 1590 Valbøstedt, 1600 Velbostad, 1613 Velbu=
stadt, 1622 Velbestad o. s. fr.1). Dr. Jakob Jakobsen, sum
hevur viðgjørt navnið í rannsóknararbeiði sínum «Strejflys
0 Fyri hesi dømi úr jarðabókum og roknskaparbókum eri eg Chr.
Matras professara takksamur.