Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 91
Um giktsjúkur i einari føroyskari bygd
97
fullt og heilt setur dám á myndina. Giktin í økslum, ørm=
um oman fyri alboga var ikki oftari høgrumegin enn
vinstru, men sum oftast var hon báðu megin. Av teim 22
sjúkuavgerðum vóru 13 mannfólkum og 9 konufólkum. —
Lumbago var vanliga um allar lendarnar, men ikki var tað
heilt sjáldan, at giktin helt til bert øðrumegin. Ofta gramdu
tey seg um, at pínan var mest, tá ið tey stóðu framyvir
boygd og arbeiddu. Ein einstakur kundi illa reisa seg um
morgunin. Til samans vóru 19 við lendagikt: 10 mannfólk
og 9 konufólk. Tað liggur á tunguni at spyrja, um ikki
hjá teim mongu við lendagikt mundi fjala seg eitt ella fleiri
við discusmeini (degeneratio ella prolapsus). Einki bendir
á tað, men heilt vist er tað sjálvandi ikki. Tó er vert at
taka fram, at eingin tilburður var við ischias — ímillum
tey 47 við bleytholdsgikt. — Eitt teirra, ið gramdi seg um
gikt í arminum frammanfyri alboga og í hondini — eitt
konufólk — fekk ikki sovnað um kvøldið, tá ið hon hevði
bundið leingi um dagin. Fleiri av teimum, ið píndust av
bleytholdsgikt, søgdu, at pínan var ringast, tá tey skuldu
koma á gongd, og eini tvey nevndu at veðrið ávirkaði
giktina; hon versnaði undan toru ella kulda, ella meðan
hetta veðrið var.
J. Hugleiðingar.
Víst er á talvu II, at 77 °/o av íbúgvunum í M. yvir 15
ár í 1950 høvdu, ella høvdu havt gikt, og at 45 °/o høvdu
gikt rannsóknardagin. Siga hesi tølini nú, at giktin var
meira ella minni viðgongd í M. enn tað vit vita um gikt
í øðrum londum? Bera vit hesi tøl saman við upplýsingar
í donsku rannsóknini í desember 1946, sum fevndi yvir
alt landið(4), finna vit: 40 °/o av íbúgvum Danmarkar yvir
18 ár høvdu, ella høvdu havt gikt, og 22% høvdu gikt,
júst tá ið rannsóknin fór fram.
Gikt er vanliga víðgongdari um veturin enn um summ<
arið. Samanburður er tí loyvdur bert ímillum rannsóknir,