Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 75
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
81
Okkara kør munnu ivaleyst vera innflutt úr Noregi, har
teir eitt mundið beinleiðis høvdu skírnarkarssmiðjur9. Okk=
ara mega tí vera frá somu tíðarskeiðum sum tey norsku:
1100 og 1200 árunum.
Spyrja vit so hvørjar gripir í hesum tilfari, vit kunna
nýta til tíðarfestingar, verður svarið:
Fyri víkingaøld,
tala við vissu: 1) tey rundu, bollavaxnu ílátini: skaftleysu
grýturnar og skaftgrýturnar, 2) teir bunguvaxnu og yvir*
høvur teir árundu rennlarnir, 3) fitisteinsvaðsteinarnir.
Fyri miðøld,
tala við vissu: 1) tey rundu, flatbotnaðu, rættsíðaðu ílátini,
2) grýtur við oyra áføstum tromini, 3) ferhyrnt ílát; 4)
kolur við statti, 5) skírnarkørini, 6) og sjálvsagt allir aðrir
fastir og leysir kirkjugripir, serliga í Kirkjubø.
Tey fyrivarni, ið eiga at vera tikin eru: 1) Ráevni kann
vera innflutt, og úr tí her á landi evnað ílát o. a. við forn=»
um gripum sum fyrimynd; men við tað at einki ráevni er
funnið uttan í Kirkjubø, er eingin grund at rokna við
hesum.
2) Gripir við gomlum sniði kunna vera innfluttir seinri
í tíðini, aftaná at hesi snið vóru farin úr brúki í fram*
leiðslulondunum. Hetta kann hugsast, men ger Iítlan mun,
tí neyvan hava slíkir gripir verið at fáa til keyps leingi
aftaná, teir ikki vóru «mótavara» longur.
3) Fitisteinsgripir, hava óivað hóast alt, verið hátt mettir,
og eingin kann taka fyri, at teir hava ikki verið arvaðir,
nýttir ella goymdir gjøgnum fleiri ættarlið, áðrenn teir eru
komnir í jørðina. Hetta kann eina avgerast eftir fund=
umstøðunum, t. d. um sovorðnir gripir eru funnir saman
við øðrum frá somu tíð.