Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 48
54
Føroyski leypurin
er ikki frægari enn ein eggjakoppur», el. tá ið vaksin
maður fór við barnaleypi á baki: «Hvar fert tú við has«
um eggjakoppinum». Tó er hetta leypanavn í Dali.
(Sí eggjakoppaleypur).
Eggjaleypur. Leypur at koyra eggini í, tá ið teir drógu
lunda. Var rimaður, uttan framsíðan var tøtt (G); var
lítil tættleypur (He.).
Eplaleypur. Leypur til epli. Sí byrðarl.
Eyrleypur. Leypur at bera eyr í; gjørdur sum vanl. tætt<
leypur, el. viðhvørt síðurnar negldar upp á stuðlarnar(G.).
Ferðarleypur. Lokaleypur at hava viðføri í: klæðiro.a.
tá ið tey ferðaðust.
Fimtingur m. (s; ar). Eitt mál, teir máldu korn við; bert
kent í Suðuroy. (Sí um fimting bls. 34 niðri á bredd*
anum). Fimfimtingsleypur — minni enn byrðarl.
(Svk., Ho.). Seksfimtingsleypur — sumbyrðarleypurá
stødd (Svk., Ho.). Sjeyfimtingsleypur — stórur
byrðarl. (Svk., Ho.). Trífimtingsleypur — lítil leypur
(Svk., Ho.).
Fiskaleypur. Leypur til fisk. (Sí byrðarl.).
Fj órð ungsley pur. Navnið er eftir stødd leypsins, tekur
V4 tunnu. — «Fjórðungsleypur varð serliga nýttur sum
seiðaleypur, og eisini til korn. Hann var so tættur, at
korn fór ikki út úr, . . . .» (Gj.). (Sí tunna).
Garnaleypur. Leypur at bera fiskaslógv í. Tættleypur,
høgur sum vanl. leypur, flatur, t. e. breiðari til síðurnar
enn aftur og fram (N.).
Grindaleypur. Leypur at bera grind í. Sí byrðarl.
Grótleypur. Leypur at bera grót á. Eisini nýttur til ann=
að, sum ikki bar til at bera í vanligum leypi. Grótleypí
arnir høvdu vmist snið (mynd 6 og 7). Sí krókur og
ryggbøra.
Hálvfjórðungsleypur. Heilt lítil leypur, tekur V2*fjórð*
ungstunnu ella eina skeppu. (Sí tunnal).
Handilsleypur. Lokaleypur at hava til handils at keypa
uppí. Á Viðareiði var ein handilsleypur, hann hevði ikki lok.