Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 32
38
Føroyski leypurin
(ofta avgerandi) og særvild mannsins, ið eigur ella smíðar.
Hetta seinasta avger eisini snið leypsins, t. d. um hann skal
vera nógv svikin ella lítið, ella als ikki. Vanligt er, at ein
bygdin í vissum førum hevur sítt serliga snið á leypi, ein
onnur annað snið. Men kortini er alt sami Jeypurin við
sínum eyðkennum.
Her verða mátini á høvuðslutum leypsins viðgjørd fyri
hvønn lutin sær og víst til talvu 1, ið ber tey saman á
ymist stórum leypum.
Stuðlarnir eru fýra, og teir bera navn sítt av røttum, tí
teir eru álitið í leypinum, og í teir eru allir aðrir lutir hans*
ara festir.
Á miðal byrðarleypi er tjúkt stuðlanna vanliga stívar 3 cm
(t.e. tú fært stuðulin úr5/4” ráum handilsborði). Smærri leypar
hava teir yvirhøvur klænri, men sum nevnt frammanundan
er tó ofta, at ein leypur hevur tjúkkari stuðlar enn annar,
ið størri er (talva 1). Longd stuðulsins sæst í talvu 1,
13. deild.
Rimarnar gera síðurnar á leypinum. Tær eru 4 (mynd
lc) ella 5 (mynd 1 a og b) í tali á hvørji síðu, eisini tá
ið tað eru heilt smáir leypar. Tó hava summir menn 3
rimar í smæstu leypum; og undantøk kunnu vera, at heilt
stórir leypar, t. d. hoyleypar, hava seks rimar (Ku.). So er
leypur við rimum á trimum síðum, men framsíðan er tøtt
(mynd 2, a). Eisini nevnir Bruun (1911) hendan leypin.
Um tjúkt rimanna er at siga nakað tað sama sum við*
víkjandi stuðlunum, at hon er ójøvn (talva 1).
Rimabreiddin er ymiss. Er tað vanligur byrðarleypur við
4 rimum, er vanliga breiddin 9—11 cm, og tær eru so at
siga javnbreiðar (mynd 3 b). Er tað lítil leypur, verða sjálv*
andi rimarnar smalri. Men í 5»rimaðum leypi eru vanliga
ovasta rim og botnrimin breiðari enn tær tríggjar miðrim=>
arnar (mynd 3 a), sum ofta eru javnbreiðar; men við hvørt
er mittasta rim ein vert breiðari enn hinar báðar. Annars
er lutfallið ímillum breiddina á rimunum ógvuliga ymist;
viðhvørt eru tær t. d. javnbreiðar allar sum á 4*rimaðum