Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 88
94
Um giktsjúkur í einari føroyskari bygd
Sjey íbúgvar í M. (4 3 ?) høvdu gikt í geislaliðunum.
Eitt av mannfólkunum, føddur í 1883, hevði verið ringur
í rygginum, og hevði havt pínu í honum síðan 1910—12.
í 1919 lá hann fyrstu ferð á sjúkrahúsi fyri hesa sjúku.
Við rannsóknina í 1926 var allur ryggurin úr rassi í svíra
púra stívur. Nógv vísti á, at sjúkan var spondylitis anchy*
lopoetica, men útsjónd hansara og limaburður, og so ar«
beiðsførur hann var heilt til 1950, bendir heldur á spondy*
litis deformans. — Annað av hesum sjey, mannfólk føddur
í 1874, varð longu í 1914 lagdur inn á sjúkrahús, tí rygg*
urin var stívligur og maðurin hevði pínu í honum. í 1920
kendust og hoyrdust hørð ríkjan og sterkar kippingar á
markinum ímillum ryggin og lendarnar, tá ið geislarnir
vórðu liðaðir. Pars dorsalis columnæ varð skjótt púra stív
og við einari týðiligari fláari kúlu. Triðja mannfólkið, fødd*
ur í 1880, hevði havt spondylitis deformans í mong ár,
3 geislar á markinum millum rygg og lendar gjørdu lítla
kúlu. Hevði annars sum árini høvdu gingið, gikt í fleiri
støðum: Epichondylus med. humeri dxt., artic. metacarpo>=
phalangea II man. dxt. og gikt í bleytholdinum fleiri ferðir.
— Eitt av teim 3 konufólkunum var ung enn; hon varð *
fødd í 1913 og hevði havt pínu í rygginum og varð tarnað
í at liða ryggin —, ið hvussu er til síðurnar, hetta ið hvussu
er síðan 1928. Røntgenrannsókn vísti, sum hon sjálv segði,
ferð eftir ferð «mangar samanrenningar». Umframt hesa
ringu sjúku hevði hon havt, og hevði framvegis, gikt í
bleytholdinum «næstan allar staðir». Fleiri ferðir hevði hon
havt giktfepur — fyrstu ferð í 1936, t. e. aftan á at rygg=
urin var vorðin sjúkur. Húskið flutti til M. stutt fyri 1950
úr bygd uttan fyri Eiðis læknadømi; hon er nevnd oman<
fyri undir giktfepur. — Trý tey síðstu í hesi deild vóru
móðir, fødd 1879, og sonur, føddur 1902, og so gamalt
konufólk, fødd 1869. Tey høvdu øll spondylitis deformans
columnæ.