Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 55
Um tíðarfesting av føroyskum
fitisteinsfundum.
Eftir Sverra Dahl.
Inngangur.
Fornminnissavnið eigur nakrar gripir, amboð og búnýti
úr fitisteini, sum komnir eru inn higar gjøgnum árini, og
sum ikki fyrr hava verið gjøllari umfarnir hvørki einsæris
ella undir einum10.
Ætlanin við hesi grein er: 1) at lýsa hesar gripir og kanna
eftir, hvussu víða um oyggjarnar og undir hvørjum um*
støðum, ið teir eru funnir og 2) at vita um tað ber til at koma
til eina nýtandi tíðarfesting við at meta teir saman við
gripir av sama slagi í hinum Norðurlondum.
Til tíðarfestingar av gripum okkara hava vit her í Før«
oyum ikki enn nakað sammetingartilfar, sum fullgott hald
er í; tessvegna mega vit leita til grannarnar og vita, hvussu
langt vit, við varsemi og fyrivarni, kunna koma við at bera
saman útsjónd og evningarhátt gripa teirra og okkara.
Hetta skuldi í hesum føri verið serliga loyvt, við vón um
gott úrslit, við tað at ráevnið — fitisteinur — finnst ikki í
Føroyum, men má hava verið innflutt higar, annaðhvørt
ótilevnað ella tilevnað.