Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 55

Fróðskaparrit - 01.01.1955, Side 55
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum. Eftir Sverra Dahl. Inngangur. Fornminnissavnið eigur nakrar gripir, amboð og búnýti úr fitisteini, sum komnir eru inn higar gjøgnum árini, og sum ikki fyrr hava verið gjøllari umfarnir hvørki einsæris ella undir einum10. Ætlanin við hesi grein er: 1) at lýsa hesar gripir og kanna eftir, hvussu víða um oyggjarnar og undir hvørjum um* støðum, ið teir eru funnir og 2) at vita um tað ber til at koma til eina nýtandi tíðarfesting við at meta teir saman við gripir av sama slagi í hinum Norðurlondum. Til tíðarfestingar av gripum okkara hava vit her í Før« oyum ikki enn nakað sammetingartilfar, sum fullgott hald er í; tessvegna mega vit leita til grannarnar og vita, hvussu langt vit, við varsemi og fyrivarni, kunna koma við at bera saman útsjónd og evningarhátt gripa teirra og okkara. Hetta skuldi í hesum føri verið serliga loyvt, við vón um gott úrslit, við tað at ráevnið — fitisteinur — finnst ikki í Føroyum, men má hava verið innflutt higar, annaðhvørt ótilevnað ella tilevnað.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.