Fróðskaparrit - 01.01.1955, Blaðsíða 57
Um tíðarfesting av føroyskum fitisteinsfundum
63
men kortini eiga vit at hava í huga, at teir fullvæl eisini
kunna vera komnir henda vegin úr Hetlandi, næsta granna=
landið, sum vit óivað høvdu støðugt samband við. Har er
nógv til av fitisteini, sum nýttur hevur verið gjøgnum øldir3.
Eg havi í summar fregnast eftir, um tað er gjørligt at
avgera, bæði um fitisteinsgripir eru evnaðir í tí og tí nám*
inum, og um hann kann vera komin úr Noregi ella Het*
landi; tessverri man hetta vera torført ella ógjørligt, tí, sum
kønir siga, hesin steinur er soleiðis skikkaður, at hann í
sama námi kann vera misjavnt harður, littur og evnisliga
samansettur.
Vit hava longu nevnt, at fitisteinur frá náttúrunnar hond
er í Noregi og Hetlandi; lat okkum skoyta uppí, at hann
finnst víða um heimin, eitt nú í Grønlandi, og mangar
aðrar staðir, har fólk frá fyrndartíðum hava dugað sær at
nýta hetta frálíka tilfar í ymisk búnýti og til byggingar;
t. d. er tann heimsgitna dómkirkjan í Tróndheimi øll bygd
úr fitisteini. Eisini í dómkirkju okkara «Múrinum», Kirkju*
bø, er fitisteinur nýttur sum byggitilfar; kortini eina mest
sum klípur.
Fitisteinsfundir.
Tey seinnu árini eru víða hvar um landið skrásettir
gripir, sum fólk hava funnið og goyma; við tað at hetta
mest alt eru leysafundir verða hesir ikki tiknir við her. Vit
halda okkum til teirra, sum savnið eigur og gera bara 3
undantøk og telja uppí l) teir føroysku gripir, sum eru á
Nationalmuseet, København, tí at hesir eru fyrr skrá*
settir enn nakar okkara her á savninum, 2) teir gripir, sum
harra Tummas Reinert, bóndi í Kaldbak, hevur savnað, tí
at har eru nakrir sermerktir og 3) nakrar í Kirkjubø, tí
teir hava eina serstøðu. Gripir, funnir eru við rannsóknina
1953—1955 hevur ikki borið til at fáa við, tí at hetta tilfar
enn er óviðgjørt.
Teir gripir, sum savnið eigur, eru misjavnir í tilfari, til*